
Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði
Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar støðugt stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði, og starvsfólkini á støðini taka ymiskar sjógvprøvar úr pumpuskipanini, sum Havstovan síðan kannar nærri. Nevnast kunnu saltinnihald, føðslusølt, ymiskt æti og e-DNA. Sjógvurin í Skopunarfirði umboðar væl viðurskiftini á innaru landgrunsleiðunum og við at kanna sjógvin tíðugt, fáa vit virðismikla og dagførda vitan um Landgrunnin.
Ein av hesum kanningum er nøgdin av plantuæti í sjónum. Gróðurin av plantuæti er, beinleiðis ella óbeinleiðis, føðigrundarlag undir øllum djóralívinum á Landgrunninum, og m.a. sæst eitt týðiligt samanfall millum broytingar í plantuæti og liviumstøður hjá fiski. Plantuætið er føði hjá smáum djóraæti, sum er føði hjá m.a. fiskayngli, sum aftur ávirkar bæði tilgongd til fiskastovnarnar og føði hjá størri fiski.
Bæði tíðarskeiðið, tá várgróðurin kemur, og nøgdirnar av plantuæti, hava týdning fyri føðiviðurskiftini á Landgrunninum. Hetta kann vera sera ójavnt frá ári til annað. Summi ár fellur tíðarskeiðið, tá várgróðurin kemur, væl saman við føðitørvin hjá fiskaynglinum, og tá er vanliga væl av føði til ynglið. Men onnur ár kemur gróðurin ov seint ella er ov lítil, og tá plagar at vera verri hjá ynglinum.
Í fjør kom gróðurin um miðan mai og vaks heilt nógv ta fyrstu tíðina. Hann minkaði ógvisliga í juni og vaks síðan aftur í juli (sí myndina).
So hvørt úrslitini av kanningunum av plantuæti eru tøk, leggur Havstovan tey á sína heimasíðu, og nógv eru, sum fylgja við gongdini. Tann fyrsta mátingin í ár er gjørd, og spennandi verður at síggja, hvussu gongdin verður komandi vár og summar.
Viðkomandi tíðindi
Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað
Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt er nóg mikið av…
Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Støðan hjá toskinum hevur verið ring í fleiri ár,…
Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði
Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar støðugt stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði, og…
Várgróðurin seinkaður tá kuldin liggur leingi
Gróður av plantuæti, sum vit eisini nevna „havsins gras“, er sum so ikki treytaður av ávísum hita, tí plantuæti grør væl, bæði í sjógvi sum er kaldari og heitari enn…