
Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði
Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar støðugt stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði, og starvsfólkini á støðini taka ymiskar sjógvprøvar úr pumpuskipanini, sum Havstovan síðan kannar nærri. Nevnast kunnu saltinnihald, føðslusølt, ymiskt æti og e-DNA. Sjógvurin í Skopunarfirði umboðar væl viðurskiftini á innaru landgrunsleiðunum og við at kanna sjógvin tíðugt, fáa vit virðismikla og dagførda vitan um Landgrunnin.
Ein av hesum kanningum er nøgdin av plantuæti í sjónum. Gróðurin av plantuæti er, beinleiðis ella óbeinleiðis, føðigrundarlag undir øllum djóralívinum á Landgrunninum, og m.a. sæst eitt týðiligt samanfall millum broytingar í plantuæti og liviumstøður hjá fiski. Plantuætið er føði hjá smáum djóraæti, sum er føði hjá m.a. fiskayngli, sum aftur ávirkar bæði tilgongd til fiskastovnarnar og føði hjá størri fiski.
Bæði tíðarskeiðið, tá várgróðurin kemur, og nøgdirnar av plantuæti, hava týdning fyri føðiviðurskiftini á Landgrunninum. Hetta kann vera sera ójavnt frá ári til annað. Summi ár fellur tíðarskeiðið, tá várgróðurin kemur, væl saman við føðitørvin hjá fiskaynglinum, og tá er vanliga væl av føði til ynglið. Men onnur ár kemur gróðurin ov seint ella er ov lítil, og tá plagar at vera verri hjá ynglinum.
Í fjør kom gróðurin um miðan mai og vaks heilt nógv ta fyrstu tíðina. Hann minkaði ógvisliga í juni og vaks síðan aftur í juli (sí myndina).
So hvørt úrslitini av kanningunum av plantuæti eru tøk, leggur Havstovan tey á sína heimasíðu, og nógv eru, sum fylgja við gongdini. Tann fyrsta mátingin í ár er gjørd, og spennandi verður at síggja, hvussu gongdin verður komandi vár og summar.
Viðkomandi tíðindi
Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at talan er um kopepodin Temora longicornis. Temora er…
Heitt vár á Landgrunninum
Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av januar, og miðal hitin…
Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic…
Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tíð. Spennandi…