
Norskahavsmeldurin knýtir heitt innrák og kalt yvirflot
Tað er vælkent at heitur Atlanssjógvur rekur norðureftir fram við Føroyum, kølist og søkkur norðanfyri, og vendur suðureftir aftur í dýpinum sum ísakalt yvirflot. Í nýggjari grein vísa vit, at sonevndi Norskahavsmeldurin stýrir stutt-tíðarbroytingum (frá mánaði til annan) í hesum týdningarmikla Havsins Kalda Hjarta. Meldurin er ein stórur bjølgur av køldum sjógvi, sum melur móti klokkuni norðan fyri Føroyar.
Nevndu broytingar føra eisini við sær, at markið millum heitan sjógv omanfyri og kaldan sjógv niðanfyri kann – í stutta tíð – flyta seg fleiri hundrað metrar upp og niður. Hetta kann vera frá umleið 200 m dýpi, og heilt niður á umleið 600 m. Sera stórur biomassi savnast við hetta hitamark (krill, rækjur, prikkafiskur, svartkjaftur, svartkalvi osv.), so umrøddi dynamikkur hevur eisini ávirkan á vistskipanir í sjónum. Hetta er fyrsta grein í serriti um havveðurlag og vistskipanir hjá tíðarritinum Frontiers in Marine Science, og hon kann lesast her.

Hjálmar Hátún ( hjalmarh@hav.fo, 229092)
Viðkomandi tíðindi
Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi
Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari grein vísa vit, at hetta eisini ger seg…
Hava funnið ókendan djúpan havstreym
Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda ráki fer gjøgnum Bankarennuna, sum er…
Legan hjá Golfstreyminum ávirkar havumhvørvið kring Føroyar
Flest øll hava hoyrt um Golfstreymin. Nógv vita eisini, at broytingar í styrkini av hesum ráki kann ávirka havumhvørvið og veðurlagið her um okkara leiðir. Men hesin sterki streymur flytir…
Subpolari meldurin styrknaður aftur – og tað ávirkar Føroyar!
Vegna nógv hitatap frá havi til atmosferu vetrarnar 2013-2015, sakk nógvur sjógvur niður á stór dýpi í Labrador havinum og Irminger havinum, og tískil øktist styrkin á subpolara meldrinum eftir…