{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Norðhavssildin væl í holdum seinnu árini

Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beitistíðin er longd út á heystið.

Norðhavssildin er regluliga blivin kannað seinastu 25 árini – bæði við rannsóknarferðum, og tá kanningar eru gjørdar av landaðum fiski í Føroyum, Íslandi og Noregi. Ein umfatandi greining av hesum kanningum varð herfyri útgivin í Frontiers of Marine Science.

Tá norðhavssild hevur gýtt fram við norsku strondini í februar-mars, er hon rak og vigar lutfalsliga lítið. Um summarið og út á heystið, tá nógv æti er í Norskahavinum, fitnar hon og byggir upp sínar goymslur, soleiðis at hon kann gýta aftur árið eftir. Sostatt er sildin feitast einaferð seint á árinum. Ymist er tó bæði hvussu feit hon er, tá hon gevst at eta um heystið, og nær á heystinum hon er feitast. Í greinini eru hesi viðurskifti lýst við atliti at broytingum millum ár.

Fyrstu árini sóust stórar broytingar bæði í longd og vekt hjá sildini, men síðani uml. 2005 hevur sildin megnað at halda seg javnt væl í holdum móti vetri, hóast at sildin í nøkrum tíðarskeiðum hevur verið lutfalsliga stutt. Serliga er tað størsta og elsta sildin, sum hevur verið væl fyri. Harafturat eru rognini hjá størstu sildini vaksin longu áðrenn jól seinnu árini; til samanberingar var tað áðrenn 2005 vanligt, at rogn og sil ikki fóru at vaksa av sonnum fyrr enn eftir ársskiftið. Broytingar eru eisini í fiskiskapinum – fiskiskapurin seint um summarið og heystið hevur flutt seg í ein útsynning frá norsku strondini, soleiðis at mesti fiskiskapurin hesa árstíðina síðani 2010 hevur verið millum Ísland og Føroya.

Síðstu 25 árini eru eisini broytingar skrásettar í umhvørvinum – millum annað, at smátt djóraæti í størri mun er vorðið tøkt sum føði út á heystið norðan fyri Føroyar. Hetta bendir tí á, at norðhavssildin hevur megnað at lagað seg til broyttu umstøðurnar og soleiðis etur longri út á heystið, enn vanligt var fyrr, tá sildin vanliga fór í vetrardvala út fyri norsku strondini longu tíðliga um heystið.

Eydna í Homrum

Viðkomandi tíðindi

  • Unga sildin kemur seg í Norðurhøvum

    Vísitalið frá sildakanningunum í mai vístu, at heldur meira er av sild enn síðstu tvey árini – 16% meira í vekt, samanborið við í fjør. Økingin stendst serliga av ungu…

    Les meira

  • Sildakanningar norðanfyri

    Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini við túrbyrjan tann 30. apríl (sí…

    Les meira

  • Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar

    Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild. Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini í góðveðrinum hósdagin 30. apríl,…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026

    Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er…

    Les meira