
Nógvur smáur svartkjaftur sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av smáum svartkjafti í føroyskum øki í ár.
Talan er serliga um 2020 árgangin og so eisini 2021 árgangin. Hetta er fyri tað mesta óbúgvin fiskur, sum stendur víða um í sunnara parti av føroyskum øki og nakað suður um markið. Miðallongdin var einans 23 cm og miðalvektin 80 g í kannaða økinum.
Longur suðuri var svartkjaftur at síggja eystanfyri, fram við írsku og skotsku hellingini, meðan sera lítið var úti á djúpum sjógvi. Her var talan um nakað størri svartkjaft, sum hevði gýtt.

Mynd. Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 23/3-6/4 2022.
Fyribilsúrslitini frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri í írskum sjógvi, vístu, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum vestur og norður av Porcupine bankanum.
Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd seinni í apríl.
Les alla frágreiðingina her.
Jan Arge Jacobsen
Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við Danmark, Íslandi og Noregi. Tá hini skipini eru liðug…
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast
Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð boð uppá, hví tilgongdin broytist so sera nógv frá…
Sildakanningar norðanfyri
Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meira enn helvtin av sildini…
Svartkjaftastovnurin í minking
Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í føroyskum, bretskum og írskum sjógvi síðst…