
Minni til av norðhavssild og svartkjafti
Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár.
Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri sildastovnin nú er 4.1 mió. tons, sum er ein minking á 8% í mun til í fjør (Mynd 1). Tað er framvegis 2016 árgangurin, ið er bulurin í vaksna stovninum, og er hann mettur at vera 57% av sildastovninum. Tann vaksna sildin stóð norðan fyri Føroyar, eystan fyri Ísland og í altjóða sjógvi (Mynd 2).

Mynd 1. Vísitalið fyri norðhavssild í kanningunum norðanfyri 1996-2023. Seinastu 12 árini hevur vísitalið ligið rættuliga støðugt millum 4.1 og 5.9 mió. tons. Svørtu strikurnar vísa óvissuna av virðunum.
Nøgdin av svartkjafti í kannaða økinum er í ár mett at vera 0.96 mio. tons, sum er ein minking á 36% í mun til í fjør. Nógv mest var at síggja av eitt til trý ára gomlum svartkjafti. Útbreiðslan líkist útbreiðsluni síðstu árini, har svartkjafturin serliga heldur til eystarlaga í Norskahavinum og beint norðan fyri Føroyar.
Kanningin varð skipað sum felagskanning, og londini, sum luttóku, vóru Bretland, Danmark, Føroyar, Ísland og Noreg.

Mynd 2. Útbreiðslan av norðhavssild í kanningunum í mai 2023.
Havstovan 28/6-2023,
Sólvá Káradóttir Eliasen
Viðkomandi tíðindi
Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024
Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…
Minni til av norðhavssild og svartkjafti
Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár. Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri sildastovnin nú…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, sum í ár var væl norðari…