
Merktu springararnir farnir í ymsar ættir
Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum eftirfylgjandi fóru norður um oyggjarnar, eru farnir í ymsar ættir. Tann eini springarin fór skjótt vesturyvir, og hevur síðani ferðast suðuryvir, og er nú sunnan fyri Íslandsryggin.
Eini springarin, ið fór eysturyvir, er steðgaður á 40 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Tríggir springarar hava fylgst norður í Norskahavið, men nú er ein av teimum vendur við aftur móti Føroyum.
Hinir báðir springararnir eru í Norskahavinum, norðan fyri 64 stig. Annar av hesum springarunum hevur eitt av gomlu merkjunum, ið samband nú er við annan hvønn dag. Samband er við hinar springararnar hvønn dag.

Viðkomandi tíðindi

Springarar ferðast tvørtur um Atlantshavið
Við GPS-loggarum hava vit á fyrsta sinni fingið innlit í, hvussu ferðingarmynstrið hjá springarum, sum eru merktir á føroyska landgrunninum, er. Hesi úrslit eru víst í nýggjari grein, útgivin av

Tað seinasta frá merktu grindahvalunum
Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í Sandavági, har ein hvalur varð merktur 26.

Springari á Kappanum
Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í

Nýtt frá merktu springarunum
Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir springarar í Norðragøtu 30. august. Havstovan takkar
