Merkta grindin ferðast suðureftir

Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023. Ein bólkur á umleið 40 hval var á vágni, harav eini 15 hval gjørdu landgongd. Fimm grindahvalir fingu fylgisveinasendarar festar á hornið, og síðan varð øll grindin slept. Tað tók umleið trý korter at merkja og takkar Havstovan øllum fyri góða hjálp.Eftir at vera farin av Sandavági, helt grindin leiðina suðureftir, fram við Sandoynni og í Suðuroyarfjørð. Haðani fór hon vestur um Suðuroynna, og er síðan komin suður um Sumbiarstein.
Viðkomandi tíðindi
-

Telja hval á sjeynda sinni
Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum gjørligt. Føroyar luttaka við tveimum skipum;…
-

Tað seinasta frá merktu grindahvalunum
Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í Sandavági, har ein hvalur varð merktur 26.…
-

Springari á Kappanum
Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í…
-

Nú síggjast nósar
Eyðkendu hvítu nósarnir, ið av og á síggjast søkja sær skjól inn á firðum og sundum um heystið, deila óhepnu støðuna at verða skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir…