{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakastið um 12.500 kr

Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist í gjár hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.5oo kr til ein teirra, ið hava latið fiskamerki ella merktan fisk inn farna árið.

Jóhan hevur latið Havstovuni seks merktar toskar í ár, og eftirsum mann fær tríggjar lutaseðlar fyri hvønn merktan fisk, hevði hann sostatt 18 lutaseðlar við í lutakastinum.

1 fiskamerki = 1 lutaseðil

1 merktur fiskur = 3 lutaseðlar

Lutakastið varð hildið á fiskavirkinum Vaðhorn á Strondum, har Petur Steingrund fyrst hevði eina framløgu um nýggj innlit, ið merkingin, saman við øðrum kanningum, hevur givið um tosk nær landi.

Aftaná framløguna dróg Jens Martin Knudsen tann vinnandi seðilin, og Bjarni Háberg Andersen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram.

Kringvarpið var eisini til staðar og gjørdi eitt innslag til Dag og Viku. Sí innslagið í Degi & Viku niðanfyri:

Vinnarafiskurin

Merkti fiskurin, sum Jóhan vann lutakastið við, var ein toskur, sum varð merktur vestan fyri Mykines 30. september 2024, tá hann var 70 cm langur.

Fiskurin varð fiskaður norður-eystur úr Føroyum av trolbátinum ”Jens Leon” 19. mars 2025, áleið sjey mánaðar aftaná, at hann varð merktur. Fiskurin hevði framvegis somu longd, og vektin var eisini nakað tann sama, 3556 gram.

Merkingarroyndir síðan 2015

Fiskur verður merktur fyri betri at skilja ferðingarmynstrið hjá fiskinum, og fyri at fáa betri innlit í veiðutrýstið. Tá fiskur skal merkjast, verður hann koyrdur í kør, so skjótt hann er komin á dekkið, inntil hann er klárur at seta útaftur.

Fiskur, sum verður merktur, verður samstundis eisini longdarmátaður og vigaður, áðrenn hann verður settur útaftur.

Tá merktir fiskar verða fingnir aftur vera teir mátaðir og vigaðir, og um møguligt, eisini aldursgreinaðir.

Myndin niðanfyri vísir, hvussu nógvir toskar eru merktir síðani 2015, og hvussu nógvir av teimum eru fingnir aftur.

Stóra tøkk til øll, ið hava latið Havstovuni fiskamerki

Havstovan takkar øllum, sum hava latið fiskamerki og merktan fisk inn hetta seinasta árið, og ynskir Jóhan hjartaliga til lukku við vinninginum. Somuleiðis takka vit Vaðhorn fyri at lata okkum halda lutakastið í teirra hølum.

Petur Steingrund

Tilfeingi

Fiskifrøðingur, Dr. Philos

peturs@hav.fo / +298 26 68 00

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakastið um 12.500 kr

02.12.2025

Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist í gjár hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.5oo kr til ein teirra, ið hava latið fiskamerki el…

Drigið verður mánadagin

28.11.2025

Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Vaðhorn á Strondum mánadagin tann 1. desember kl. 13 Fiskamerkini, sum eru við í d…

Freist til lutakastið um 12.500 kr

21.10.2025

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum í ár um 12.500 kr, er: 14. november 2025 Sjálvt lutakastið verður 1. desembe…

Merkt fisk á Landgrunninum

15.10.2025

Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni

06.06.2025

Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land …

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

15.11.2024

Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Drigið verður fríggjadagin

13.11.2024

Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Havstovuni fríggjadagin tann 15. november kl. 11 Fiskamerkini, sum eru við í drátt…

Freist til lutakastið um 12.500 kr

18.09.2024

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum um 12.500 kr, er: 1. november 2024 Sjálvt lutakastið verður 15. november 202…

Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

19.12.2023

Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fi…

Lutakastið verður 19. desember

14.12.2023

Lutakast um 12.500,- kr millum innsend fiskamerkir verður týsdagin 19. desember kl. 11:00 á Havstovuni í Nóatúni 1 í Havn. Viðkomandi tíðindi Øll tíði…

Lutakast um 12.500 kr

19.10.2023

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12.500 kr., er 24. novembur. Viðkomandi tíðindi Øll tíðindi

Merking av fiski á Føroyabanka

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Piyamon Khieothong vann lutakastið um 12.500 krónur

22.12.2022

Mikudagin 21. desember 2022 var lutakast um 12.500 kr millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist Piyamon Khieotho…

Merking av laksi norðanfyri

01.09.2002

Henda kanningin er liður í eini felags norðurlendskari verkætlan at merkja laks við goymslumerkjum (Data Storage Tags, DST) fyri at kanna útbreiðslu o…