
Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar.
Støðan hjá toskinum hevur verið ring í fleiri ár, og hetta varð staðfest á yvirlitstrolingini. Eisini var lítið at fáa av brosmu, upsa og kongafiski. Hinvegin var nógv at fáa av hýsu, hvítingsbróðri, gulllaksi og svartkjafti.
Magakanningarnar vístu, at tað var sera lítið til av nebbasild. Les túrfrágreiðingina við at trýsta her.
Viðkomandi tíðindi

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað
Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør og 0.2°C heitari enn í 2003,

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað

Lítið av yngli í summar
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn

Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at talan er um kopepodin Temora longicornis. Temora er
