{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Jákup Sverri ger makrelkanningar

Síðstu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum. Tó at kanningarnar hava verið nakað darvaðar av veðri, hevur Jákup Sverri higartil tikið 19 støðir. Á hvørji støð verður trolað eftir makreli og sild, umframt at æti- og umhvørviskanningar eisini verða gjørdar.

Mynd 1: Veiða av makreli (grønt) og sild (reytt) hjá Jákup Sverra.

Makrelveiðan í hvørjum háli hjá Jákup Sverra hevur ligið millum 2 kg og 20 tons, meðan lítið hevur verið fingið av sild, sí Mynd 1.

Kanningarnar eru í tíðarskeiðinum 30. juni -7. august, og í løtuni eru Árni Fríðriksson úr Íslandi, Vendla og Eros úr Noregi og Ceton úr Danmark úti saman við okkum, sí Mynd 2. Øll skipini brúka sama slag av multpelt-troli, sum er ment til makrelkanningar. Trolúrslitini frá norsku skipunum síggjast her.

Mynd 2: Kort yvir økið har makrelkanningarnar verða gjørdar. Kanningarøkið hjá Jákup Sverra er merkt við hvítum strikum á kortinum. Kósin hjá Árna Fríðriksson er blá, Ceton turkis, Eros grøn og Vendla gul. Kanningarnar í kanningarøkinum vestur móti Grønlandi byrja seinni.

Viðkomandi tíðindi

  • Kudoa í makreli

    Nakrir makrelar gerast bleytir og ónýtiligir til matna, hóast teir eru snarkøldir umborð. Orsøkin er infektión við Kudoa, sum ger tann størra fiskin bleytan eftir at fiskurin er deyður. Hetta…

    Les meira

  • Leikluturin hjá makreli

    Makrelur etur ikki yngulin av toski, hýsu og upsa, og er tí ikki beinleiðis orsøk til vánaligu gongdina í botnfiskastovnunum. Hetta vísa magakanningar hjá Havstovuni av meira enn 1500 makrelmagum,…

    Les meira

  • Makrelur gýtir enn í føroyskum øki

    Eins og í 2010 var í 2013 staðfest, at makrelur gýtir í føroyskum øki. Prógvið er at tað verða funnin daggomul rognkorn í økinum, serliga í sunnara parti. Rognkanningarnar eru…

    Les meira

  • Toskur og makrelur í vistskipanarligum meldri

    Hesi seinastu árini hevur støðan hjá botnfiski, serliga toski og hýsu, verið ring, men fyri uppsjóvarfisk hevur søgan verið tann øvuta. Í almenna kjakinum hava røddir tí róð fram undir,…

    Les meira