Infektión av Makreli við Anisakis-rundormi
Grein er júst komin út í vísindatíðarritinum ‘FISHERIES RESEARCH’ um Anisakis-rundorm í makreli. Henda grein er ein partur av teim úrslitum, ið komu burturúr kanningunum innan eina FP7-verkætlan 2012-14 um rundormar í fiski. Havstovan luttók saman við øðrum vísindastovnum í Europa (Noreg, Italia, Frankaríki, Skotland og Spania).
Tilsamans 1801 makrelar vórðu kannaðir úr Atlantshavinum og Miðjarðarhavinum. Føroyaøkið hevur samanlagt minni nøgdir av Anisakis, tá ið talan er um allan fiskin (innvølir og vøddar samanlagt); men verður einans hugt eftir vøddunum, liggur Føroyaøkið á sama stigi sum hini økini (á leið 20-30 % av fiskunum infiseraðir við Anisakis í vøddum).
Nógv onnur áhugaverd vísindalig úrslit verða viðgjørd í greinini. Til dømis eisini, hvussu makrelstovnar í Miðjarðarhavinum blanda seg uppí makrelstovnarnar í Atlantshavinum.
Kanningarnar av makrelinum í føroyskum havøki vórðu gjørdar av Mourits Mohr Joensen og Dánjal Petur Højgaard.
Viðkomandi tíðindi
-

Framløgur á ráðstevnuni fríggjadagin
Á ráðstevnuni “Vitan til varandi aling”, sum verður á Hotel Hilton fríggjadagin, vera nógvar áhugaverdar framløgur, m.a. tvær frá Havstovuni. Eilif Gaard fer at at greiða frá um reyðæti og…
-

“Running sushi” við kantin á føroyska landgrunninum?
Havstovan tekur í hesum døgum lut í slóðbrótandi tvørfakligu verkætlanini DRIFT, har kannað verður, um føði, ið rekur inn á Landgrunnin úr havdýpinum, er eitt týðandi íkasti til føðigrundarlagið í…
-

Freist til lutakastið um 12.500 kr
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum í ár um 12.500 kr, er: 16. november 2026 Soleiðis gert tú, tá tú skalt lata eitt fiskamerki og/ella…
-

Grein um havstreymar kring Føroyar og Havstovuna í amerikonskum miðli
Herfyri vóru tíðindi úr Føroyum at síggja á miðlinum “The Post and Courier” í South Carolina í USA. Talan er um grein, sum í høvuðsheitum snýr seg um djúpu havstreymarnir…