
Granskarar kunnaðu ES um Golfstreymin
Týsdagin 4. september skipaðu Searica, ið er ein felagsbólkur hjá ES, og H2020-verkætlanirnar Blue-Action og AtlantOS fyri einum kunningarfundi um støðuna hjá sonevnda “Golfstreyminum”. Fundurin hevði heitið “The slowing Gulf Stream? What we know and potential impacts” og varð hildin í hølum hjá Evropatinginum.
Karin Margretha H. Larsen, deildarleiðari á Havstovuni, luttók á fundinum, har hon kunnaði um rákið tvørtur um Grønland-Skotland-ryggin. Saman við granskingarstovnum í okkara grannalondum hevur Havstovan síðani seinnu helvt av 1990’unum regluliga gjørt kanningar av hesum rákinum. Kanningarnar vísa, at rákið tvørtur um Grønland-Skotland-ryggin sum heild hevur verið sera støðugt hesi árini, men síðstu tvey árini hava broytingar verið at sæð í hita- og saltinnihaldi, sum ikki hava verið áður. Á fundinum kunnaðu granskarar úr øðrum londum harafturat um, at rákið longur suðuri í Atlantshavið tykist vera viknað, og um hvussu heita rákið í “Golfstreyminum” ávirkar veðurlagið í Norðurevropa eins og útbreiðslu av havísi í Barentshavinum.
Meiri er at lesa um kunningarfundin á heimasíðuni hjá Blue-Action, og á heimasíðuni hjá Havstovuni ber til at lesa meiri um leiklutin hjá Havstovuni í teimum báðum verkætlanunum.
Viðkomandi tíðindi

Vitan um Føroyabanka løgd fram
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har

Framtíðin hjá mati úr sjónum
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic

Næmingar vitja Havstovuna
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum við heitinum “Ferðast við
