
Fyrilestrar frá Fiskivinnustevnuni tøkir
Eftir væleydnaðu fiskivinnustevnuna, sum var á Hotel Føroyum tann 31. januar 2022, eru fyrilestrarnir savnaðir og lagdir á heimasíðuna hjá Havstovuni.
Á ráðstevnuni høvdu granskarar á Havstovuni og umboð fyri vinnuna framløgur um støðuna og útlitini fyri eini burðardyggari føroyskari fiskivinnu.
Sí fyrilestrarnar her.
Viðkomandi tíðindi

Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro. Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið…

Børn og Havstovan á Sjómannadegnum
Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskikapping varð fyriskipað. Tað vóru Eydna í Homrum,…

Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni
Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaðinum hjá Jákupi, ið væntandi lýkur prógv sum fiskivinnuverkfrøðingur…

Havstovan nýggja heimasíðu
Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu…
