Merktu grind í Klaksvík
Ein morgun lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir vóru fullir í Norðoyggjum og Eysturoy, varð avgjørt at reka grindina inn og merkja tríggjar hvalir.
KVF – 2024
Havstreymar
Filmur framleiddur í samband við verkætlanina “Deep water exiting the Nordic Seas: a pacemaker of North Atlantic circulation”, ið var fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum.
Náttúran í havinum
Framløga hildin á ráðstevnu, sum FNU skipaði fyri í Norðurlandahúsinum í oktober 2023.
Sólvá Jacobsen – Náttúruráðstevnan 2023
Hvalspýggjur í Borðoyarvík
Smáar hvalspýggjur (Hydrozoa) í Borðoyarvík. Støddin liggur um 4 mm.
Mai 2023
Hví er páskamysingin á páskum?
Framløgan snýr seg um sjóvarfalsstreymin á føroyska landgrunninum.
Bogi Hansen – Vísindavøka 2023
El Niño og føroyskt havklima
Greitt verður frá, hvørja ávirkan El Nino skipanin í Stillahavinum hevur á havklima um okkara leiðir.
Hjálma Hátún – Vísindavøka 2023
FAMEOS
FAMEOS – Eygleiðingarskipan við tíðarrøðum fyri lívfrøðiliga margfeldið og vistskipanina á Landgrunninum
Ian Salter – Vísindavøka 2022
A climate mitigation strategy using marine algae?
An example of scientific misrepresentation for economic gain
Ian Salter – Vísindavøka 2021
Fer Golfstreymurin at steðga?
Karin Margretha H. Larsen – Vísindavøka 2021
Hví er tað so heitt í Føroyum?
Bogi Havnsen – Vísindavøka 2021
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri
Í desember 2020 avloysti nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri 40 ára gamla Magnus Heinason. Eilif Gaard, stjóri, og Leon Smith, tekniskur leiðari, frá Havstovuni greiða frá, hvat skipið kann brúkast til.
Vísindavøka 2020
Jákup Sverri
Rannsóknarskipið Jákup Sverri, MEST Shipyard 2020
Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu
Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu’ – 100 ára gamlar hitamátingar
Karin Margretha H. Larsen – Vísindavøka 2019
DNA-dyrging – ein øðrvísi kanning av vistskipanini
Framløga hildin vegna Ian Salter
Petur Steingrund – Vísindavøka 2019
Alda í Vágsbotni
Sunnumorgunin 30. juni 2019 vóru fólk ymsa staðni kring landið varug við, at óvanligar aldur vóru at síggja, t.d. í Vági, Tórshavn og Kollafirði. Hetta fyribrigdi sýntist sum flóð og fjøra, men við sera stuttum millumbili, tí bert fáir minuttir vóru millum flóð og fjøru. Í Havn, har tað vanliga er sera lítil munur á flóð og fjøru, flutti vatnstøðan seg meiri enn ein metur og fløddi upp um keiina í Vágsbotni.
Fortoyingar verða tiknar upp
Í maj 2017 tók Magnus Heinason fortoyingar upp. Fortoyingarnar hava ligið úti í eitt ár, og mátað hevur verið m.a. streymur og hiti í sjónum.
Knút Olsen – Havstovan 2017
Um øking í tilfeinginum av sjófugli, hýsu og toski
Lýsir hvussu køling av sjógvi á Landgrunninum um veturin kann føra til góðan gróður, sum so víðari upp ígjøgnum føðinetið endar við at geva nógva og góða føði bæði til sjófugl, hýsu og tosk. Vístur á Vísindavøkuni í 2017, har evnið var “Tilfeingi”.
Havstovan 2017
Gróður 2017
Í góðveðrinum 18. mai 2017 sást gróður av slagnum Phaeocystis, sum skúmrendur fram við Stykkinum
Sólvá Jacobsen – Havstovan 2017
Makrelkanningar 2016 við Tróndi í Gøtu
Upptøkur frá makrelkanningunum, sum vórðu gjørdar í juli 2016 við Tróndi í Gøtu.
Tónleikur: Nick Jaina, Man Without A Head
Ebba Mortensen – Havstovan 2016
Súluteljingar 2016
Havstovan telur súlurnar í Mykineshólmi við o.u. 10 ára millumbili. Fuglarnir verða taldir eftir myndum, og summarið 2016 vórðu livandi myndir tiknar við eini dronu.
Tónleikur: Fuglakvæðið, framført av Xperiment
Bergur Olsen, Sólveig Sørensen og Helga Bára Mohr Vang
Havstovan 2016
Makrelkanningar 2015 við Christiani í Grótinum
Filmur um prøvatøku av makreli á rannsóknartúri við Christiani í Grótinum summarið 2015. Filmurin vísir eisini undirsjóvarmyndir úr trolinum.
Tónleikur: Over Time (YouTube Audio Library)
Helga Bára Mohr Vang – Havstovan 2015
Føroyabankatoskurin
Føroysk vísindalig sjónvarpssending um toskin, ið ikki finst aðrastaðni í heiminum enn á Føroyabanka við Føroyar.
“Á einum banka við Føroyar svimja nakrir toskar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni. Teir eru stórir og feitir og hava ein serliga góðan smakk. Hesin toskur svimur bert úti á Føroyabanka, og verður hann róptur bankatoskurin.”
Í sendingini verður greitt frá, hvussu føroyabankatoskurin er øðrvísi enn annar toskur, og hvat tað er, sum er sermerkt við hesum fiski.
Kári Sólstein – KVF 2014