{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi

Í oktober í fjør útlutaði danska stjórnin í samstarvi við Granskingarráðið 14 milliónir krónur til fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi. Havstovan hevur leiðsluna í tveimum av verkætlanunum, nevniliga FjordProcess og COPS, og er harafturat við í verkætlanunum Blue ocean og TOPLINK.

Eydna í Homrum, ið er leiðari fyri FjordProcess, sigur, at við hesi verkætlan verður sjøtul settur á skipaðar kanningar av føroyskum firðum og sundum. Hon væntar, at arbeiðið fer at veita betri fatan av, hvussu ymsu liðini í havvistskipanini ávirka hvørt annað og eisini hvussu firðir og sund ávirka og verða ávirkað av tí, sum hendir longri úti á Landgrunninum.

Eilif Gaard, ið leiðir COPS, sigur, at endamálið er at fáa betri greiði á nøgdum og samanseting av djóraæti kring Føroyar. Hann væntar, at arbeiðið fer at geva eina betraða fatan av, hvussu havfrøði ávirkar djóraæti og hvønn týdning djóraæti hevur sum føði fyri fisk.

Havstovan verður eisini virkin viðleikari í verkætlanunum Blue ocean og TOPLINK, ið snúgva seg um ávikavist svartkjaft og havsúgdjór. Hesar verkætlanir verða leiddar úr ávikavist DTU í Danmark og Naturinstituttet í Grønlandi.

Arbeiðið við verkætlanunum er byrjað so smátt, og væntandi fara fyrstu úrslitini at fyriliggja næsta ár.

Viðkomandi tíðindi

  • Framløga á Bátasavninum í Leirvík

    Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsprøku og tungu. Skrá: Vælkomin Framløga 1: “Ílegukanningar av

    Les meira

  • Havstovan í nýggjari verkætlan

    Í vár fekk Havstovan játtað pening frá EU um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt “Golfstreymurin”, og hvussu samanhangandi hetta rákið er.

    Les meira

  • Post Doc og PhD-verkætlanir í biologiskari havfrøði

    Nú ber til at søkja stuðul til 3-ára Post Doc verkætlan í biologiskari havfrøði. Nýggi granskarin verður knýttur at størri verkætlan, nevnd DRIFT, sum er samstarv millum granskingarstovnar í Bergen

    Les meira

  • Verkstova um havgransking í Nuuk

    Granskarar á Havstovuni eru júst heimkomnir av verkstovu í Nuuk millum samstarvspartarnar í granskingarskránni um Havgransking í Norðuratlantshavi. Á verkstovuni vóru fyribils úrslit frá teimum fýra verkætlanunum, sum byrjaðu í

    Les meira