
Fylgisveinamátingar geva nýtt innlit í gróðurin kring Føroyar
Mátingar, gjørdar við fylgisveinum, vísa, hvussu nógv plantuæti er í vatnskorpuni. Í miðal byrjar gróðurin í apríl á djúparu leiðum um eystan til á Landgrunninum. Um mánaðar skiftið apríl mai kemur gongd á gróðurin inni við land, og í juni august eru nøgdirnar serliga stórar í Vágahavinum. Nógvi gróðurin vestan fyri stavar møguliga frá einum gagnligum skifti millum lagbýti og blandi av tøðevnum, og nærri kanningar verða í løtuni gjørdar av hesum økinum.
Hetta er úr Sjóvarmál 2016, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Lítið av yngli í summar
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn…
Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic…
Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tíð. Spennandi…
Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…