Fundur og verkstova um Norskahavið

Á Havstovuni, fríggjadagin 3. oktober, kl. 13:00-15.30
Vit bjóða øllum við áhuga í Norskahavinum, tað veri seg vinnuligt, politiskt og/ella vísindaligt, at luta vitan og tankar um hvat er týdningarmikið at hava við í Útlitsmeting av Norskahavinum.
Skrá
• Kunnað verður um IEA-NOR verkætlanina
• Nýggjastu tilmælini fyri uppsjóvarfisk verða gjøgnumgingin
• Verkstova: Vit práta um hvat er týdningarmikið at hava við í Útlitsmeting
Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding.
Norskahavið
Norskahavið er djúpa havøkið norðan fyri Føroyar. Tað fevnir um økið frá Íslandsrygginum og norðaru hellingini á føroyska landgrunninum, inn á norska landgrunnin og vestur á íslendska og eysturgrønlendska landgrunnin. Norðaru mørk eru Framsundið og har Barentshavið byrjar.
Aktivitetir í Norskahavinum
Nógvur fiskiskapur, serliga eftir uppsjóvarfiski, er í nærum øllum Norskahavinum, og føroyingar veiða eisini nógv. Harafturat er nakað av hvalaveiðu, skipaferðsla av ymsum slag og oljuvinna fram við norska landgrunninum. Tað er í umbúna at menna t.d. havvindmyllulundir og undirsjóvarnámsvinnu.
Havstovan og Fróðskaparsetur Føroya eru við í IEA-NOR verkætlanini, ið hevur til endamáls at styrkja vitanina um Norskahavið. Umframt føroyingar, eru eisini íslendskir og norskir granskingarstovnar við.
Partur av arbeiðnum er at gera Útlitsmeting av Norskahavinum. Fyri at kunna gera eina neyva Útlitsmeting vilja vit fegin frætta hvat allir áhugapartar vita og hugsa um núverandi og komandi viðurskifti í Norskahavinum.
Harafturat kann nevnast at IEA-NOR eisini ger árligan Vistskipanarsamandrátt, Vistskipanarforsøgn, IEA-Explorer og mennir IEA-Oracle.
Árligur Vistskipanarsamandráttur
Hvørt ár verður ein lýsing av vistskipanini í Norskahavinum savnað í einum stuttum Vistskipanarsamandrátti.
Endamálið við samandráttinum er at øll við áhuga í Norskahavinum, á ein skjótan og lættan hátt, kunnu fáa innlit í núverandi støðuna í Norskahavinum.
Útlitsmeting
Útlitsmeting (Horizon Scanning) er ein skipaður háttur at ávísa, greina og fyrireika seg til komandi umstøður. Tað snýr seg um at fáa eyga á:
- møguleikar, t.d. nýtt fiskatilfeingi og námsvinnu
- hóttanir, t.d. veðurlagsbroytingar og dálking
- aðrar gongdir í umhvørvinum
Útlitsmeting verður gjørd við at savna vitan frá nógvum keldum, soleiðis at eygað fæst á tekin um broytingar í økinum. Á henda hátt kunnu áhugapartar tilpassa seg til væntaðar broytingar.
Tað er týdningarmikið at allir áhugapartar verða eftirspurdir tá Útlitsmeting verður gjørd.
Vistskipanarforsøgn
Ein vistskipanarforsøgn metir um hvussu vistskipanin kann fara at broytast komandi árini. Forsøgnin byggir á mátingar og myndlar – líknandi tí vit kenna frá veðurforsøgnum.
Vistskipanarforsøgnin er enn í menning.
IEA-Explorer
IEA-Explorer er eitt netbaserað, interaktivt savn av alskyns mátingum, sum á ymsan hátt lýsa vistskipanina í Norskahavinum – bæði ta søguligu og núverandi støðuna.
IEA-Explorer er enn í menning.
IEA-Oracle
IEA-Oracle er eitt vitlíki, sum gevur neyva og álítandi vitan um søguligu og núverandi støðuna í Norskahavinum.
IEA-Oracle er enn í menning.
Les meiri um Vistskipanarsamandrátt, Útlitsmeting, Vistskipanarforsøgn, IEA-Explorer og IEA-Oracle
Les meiri um arbeiðið í IEA-NOR (føroyskt)
Les meiri um arbeiðið í IEA-NOR (enskt)
