
Frágreiðing um føroysku havvistskipanina útkomin
Fríggjadagin 1. desembur almannakunngørdi ICES eina frágreiðing um føroysku havvistskipanina – á enskum “Faroes ecoregion – Ecosystem overview”. Frágreiðingin viðger m.a., hvørji mannaskapt árin eru á vistskipanina, og ikki óvæntað er niðurstøðan, at fiskiskapur hevur størst árin.
Frágreiðingin hevur eina stutta lýsing av havvistskipanini, og hvussu hon verður umsitin. Síðani er ein lýsing av, hvat virksemi (t.d. fiskiskapur og skipaferðsla) hevur ávirkan á vistskipanina, hvørji trýst virksemið elvir til, og hvørjir partar í vistskipanini verða ávirkaðir. Fimm tey størstu trýstini eru beinleiðis veiða av djórum, fysisk ávirkan á botnin, dálkandi evnir, burturkast í havinum og tilføring av tøðevnum. Beinleiðis veiða er mett at hava nógv størst árin á vistskipanina, og er hetta serliga á fisk, men eisini á sjófugl. At enda í frágreiðingini er eisini ein støðumeting av vistskipanini.
Metingin av ymsa virkseminum, hvørji trýst tað elvir til og á hvørjar partar í vistskipanini, er gjørd eftir einum fastløgdum leisti hjá ICES. Frágreiðingar fyri onnur økir, eitt nú Norðsjógvin og Norskahavið, eru gjørdar eftir sama leisti. ICES skipar fyri, at tríggjar ymsar frágreiðingar fyri hvørt øki verða gjørdar. Umframt fyri havvistskipanina, so eru frágreiðingar fyri fiskiskap og fyri aling. Fyri føroyska havøkið eru nú allar tríggjar frágreiðingarnar tøkar. Ætlanin er, at frágreiðingin um føroysku havvistskipanina skal endurskoðast um fimm ár.
Karin Margretha H. Larsen, Sólvá K. Eliasen og Petur Steingrund
Viðkomandi tíðindi
Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic…
Næmingar vitja Havstovuna
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum við heitinum “Ferðast við…
Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og Eilif Gaard, lívfrøðingur og Dr. Philos, hildu á…
Hátíðardagur á Havstovuni
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, Marita Rasmussen, bar heilsan fram til…