{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Standard hydrografi – Streymmátarar upp

Jákup Sverri, túrur nr. 2322

Tíðarskeið: 17-23/5 2023

Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen

Endamál:

Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp og at fylgja við hydrografisku broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir standard hydrografiskum skurðum. Túrurin er eisini partur av eini samstarvsverkætlan millum Havstovuna og DMI, FARMON 2022 verkætlanini og “Rákið tvørtur um Íslandsryggin” verkætlanini.

Samandráttur

Á túrinum blivu tríggjar streymmátaraboyur tiknar upp; tvær boyur í Bankarennuni og ein boya norðanfyri. 57 CTD-støðir blivu tiknar á túrinum, har tær flestu vóru eftir ávísum skurðum. Standardskurður S, av Munkagrunninum móti Fair Isle, bleiv tikin í føroyskum sjógvi, meðan skurður E, av Høgnaboða móti Flugga í Hetlandi, bleiv tikin allan vegin til Hetlands. Harumframt tóku vit skurð V tvørtur um Bankarennuna og skurð K inn móti Koltri. Glúpur og prøvar til at kanna salt, tøðevnir, CO2 og plantuæti blivu tiknir á standardskurðunum sambært sýnishondbókni. Harumframt tóku vit tvær CTDstøðir á knattstøðunum hjá streymmátaraboyunum í Bankarennuni. Her blivu sjógvprøvar tiknir at kanna mikroplast, eins og glúpur, at kanna innihaldið av mikroplasti, eisini bleiv tikin saman við CTD-støðunum; hesir prøvar blivu tiknir í samstarv við granskarar á University of Rhode Island. Á øllum støðum var CTDin brúkt at máta vertikalar profilar av hita, saltinnihaldi, oksygen og gróðri (fluorescence). Á øllum túrinum varð mátað ávegis við ekkóloddum og streymmátaranum á kjølinum (SADCP), eins og Ávegis dátusavnarin mátaði hita og saltinnihald í vatnskorpuni allan túrin. Siglt varð eisini í einum øki vestanfyri at máta streymin har, tí í hesum øki verða mátingar frá fylgisveini gjørdar serliga ofta nú og fram til 15. juli í ár.

Tvær av boyunum, sum vóru tiknar upp á túrinum. Tá
komið er til lands, verða data lisin úr mátarunum,
battaríini skift, og mátarin riggaður til at leggjast út
aftur.

Um túrin

Vit fóru av Havnini mikudagin 17/5 klokkan 20:00. EK80 ekkoloddið og SADCP streymmátarin vóru tendrað áðrenn vit fóru og tá vit høvdu loyst varð pumpan til Ávegis Dátusavnaran tendrað til at máta ávegis hita og saltinnihald í vatnskorpuni. Siglt varð norður á støð NWNB, har vit skuldu taka eina streymmátaraboyu upp. Samband fekst ikki við útloysaran hjá boyuni, men vit royndu allíkavæl at skjóta hana leysa. Framvegis kom onki svar, men boyan flotnaði stutt framman fyri skipið og hon var tikin inn í øllum góðum. Av tí at nakað av vindi og aldu var vestanfyri sigldu vit síðani á syðra enda av skurði S og tóku hendan skurðin inn móti Munkargrunninum (Mynd 1).

Mynd 1. Fyribils úrslit frá standardskurði S. Støð 11 er á Munkagrunninum og støð 1 miðskeiðis í Hetlandsrennuni (tv. hiti, í miðuni saltinnihald og th. oksygen). Nakað av Eysturíslandssjógvi var í Hetlandsrennuni – hetta sæst við lága saltinnihaldinum á 400-700 metra dýpi (myrkablátt á mittastu mynd).

Hetta varð liðugt umleið kl 11 hósdagin 18/5 og vit skigldu nú norður í Bankarennuna at taka streymmátaraboyurnar har upp. Tá vit komu á knattstøðuna hjá NWFB var framvegis nakað av aldu, men vindurin var minkaður. Vit byrjaðu við at taka eina CTD støð har prøvar skuldu takast til at kanna mikroplast – á boyunum NWFB og NWFC eru nevniliga mikroplastfellur festar. Meðan vit tóku hesa støðina bleiv tað myrkt í veðrinum; tað saman við lutfallsliga høgu alduni gjørdi, at vit útsettu at taka NWFB upp. Ístaðni sigldu vit til NWFC og tóku CTD støð har og fóru síðani út á Føroyabanka, hagani vit tóku skurð V inneftir (Mynd 2).

Mynd 2. Fyribils úrslit frá standardskurði V. Støð 1 er á Føroyabanka og støð 15 vestanfyri Sandoy (tv. hiti, í miðuni saltinnihald og th. oksygen).

Hetta var liðugt leygarmorgun 20/5 kl 09 og vit løgdu nú aftur leiðina út í Bankarennuna hagar vit komu beint eftir middag. Nú var sýnið betur og aldan eisini væl minni og vit royndu tí at taka boyuna NWFB upp. Heldur ikki hesaferð svarðaði útloysarin, men tað er rættuliga vanligt í Bankarennuni. Vit skutu boyuna leysa og hon flotnaði og varð tikin inn í øllum góðum. Síðani tóku vit eisini NWFC upp í øllum góðum. Eftir ætlan skuldu vit fara út á Íslandsryggin at taka tveir streymmátarar upp har, harav annar liggur vestaliga í íslendskum sjógvi, men veður- og alduforsøgnin fyri vestara part av Rygginum var ikki góð. Ístaðin sigldu vit eftir nøkrum linjum í einum øki út fyri munnan á Bankarennuni, hetta tí at serligar mátingar við fylgisveini verða gjørdar í hesum økinum nú og fram til 15. juli í ár (Mynd 3). Endamálið er at samanbera ávegis mátingarnar frá Jákup Sverra við mátingarnar frá fylgisveininum, umframt at streymmátingarnar eisini kunnu nýtast at kanna djúpa rákið, sum streymar úr Bankarennuni.

Mynd 3. SWOT fylgisveinurin ferðast yvir økinum, sum er uppmerkt við ljósareyðum linjum. Í økjunum A, B, C og D ferðast fylgisveinurin tvær ferðir um dagin. Siglt var í økinum, sum er merkt C, har djúpa rákið streymar út Bankarennuni. Tveir svartir rundingar vísa knattstøðurnar hjá boyunum NWFB og NWFC í Bankarennuni.

Hendan sigling helt áfram til sunnunáttina 21/5 kl 03:30 tá vit byrjaðu at taka skurð K frá Bankarennuni og inn móti Koltri (Mynd 4). Síðani gekk leiðin til Høgnaboða (støð EHB), hagani vit tóku standardskurð E allan vegin til Hetlands (Mynd 5). Síðsta støðin var liðug mánadagin 22/5 umleið kl 14 og síðani sigldu vit á Havnina, har vit løgdu at týsmorgun kl 06:30.

Mynd 4. Fyribils úrslit frá skurði K. Støð 1 er á í kantinum á Bankarennuni og støð 11 er í Skopunarfirði (tv. hiti, í miðuni saltinnihald og th. oksygen). Á støð 3 var serliga nógvur gróður at síggja og hetta sæst eisini aftur í høgu oksygennøgdunum har. Annars minkaði gróðurin so hvørt vit komu longur inn á Landgrunnin og lagdeilingin útiá var eisini rættuliga veik.
Mynd 5. Fyribils úrslit frá standardskurði E, har støð 1 er á Høgnaboða (tv. hiti, í miðuni saltinnihald og th. oksygen).

Prøvatøka

Prøvatøka / DataYvirlit
Ávegis dátusavnari                  Vatnskorpa 17/5 til 22/5
Ávegis streymmátari (SADCP)                  17/5 til 23/5
EK80 ekkolodd                  17/5 til 23/5
CTD støðir57 støðir (Skurður S, V, K og E, umframt tvær í Bankarennuni)
Salt prøvarUmleið onnurhvør støð í stabilum sjógvi
WP2 200 µm (50m)                   42 støðir (Skurður S, V, K og E)
Plantuæti11 støðir (Skurður K)
Tøðevnir16 støðir (Skurður V, K og E)
CO25 støðir (Skurður V, K og E)
Mikroplast2 støðir (NWFB og NWFC)
Talva 1. Mátingar og prøvar, sum blivu tiknir á túrinum.

Reiðskapur                  

Sea-Bird 911+ CTD, WP2-glúpur, útgerð til at taka streymmátarar upp við, útgerð til prøvatøku frá vatnheintaranum og mikroplast prøvum.

Viðmerkingar

CTDin riggaði væl allan túrin; tó ýldi alarmurin á dekkeindini allan vegin upp á tveimum fylgjandi djúpum støðum í Hetlandsrennuni. At síggja til, var tó onki galið. RAPP spælið varð endurstartað nakrar ferðir á túrinum og veirstýrið bleiv somuleiðs stillað nakrar ferðir. Á djúpstu støði í Hetlandsrennuni (skurð E) løgdu vit okkum eftir at leggja veirin væl.

Fólk við frá Havstovuni

Karin Margretha H. Larsen (kanningarleiðari)

Regin Kristiansen

Túrfrágreiðingar

  • Standard hydrografi

    Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring […]

    Les meir

  • Standard hydrografi – Streymmátarar inn og út

    Jákup Sverri, túrur nr. 2328 Tíðarskeið: 8-13/6 2022 Ábyrgd: : Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja, […]

    Les meir

  • Standard hydrografi – Streymmátarar upp

    Jákup Sverri, túrur nr. 2322 Tíðarskeið: 17-23/5 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp og at fylgja við hydrografisku broytingunum í havinum […]

    Les meir

Viðkomandi tíðindi

  • Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024 

    Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurlagsbroytingar í Føroyum settar í miðdepilin. Umhvørvisstovan,…

    Les meira

  • Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri

    Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir standard hydrografiskir skurðir. Nógva staðni var…

    Les meira

  • Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?

    Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu…

    Les meira

  • Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar

    Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn…

    Les meira