Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum á Føroyabanka. Harumframt at taka hydrografistøðir og fáa sjógvsýni til e-DNA verkætlan hjá Havstovuni. Eisini at gera neyvar skrásetingar av botndýpinum í ávísum økjum á Føroyabanka.
Samandráttur
Hetta var triði túrurin á váryvirlitstrolingunum í ár og var túrurin á Føroyabanka. Í hálunum vóru skásett 32 fiskasløg og tvey sløg av høgguslokki umframt aðrar verur. Aftur í ár var væl meira av toski at fáa á Føroyabanka enn var vanligt frá 2006 til 2019 (sí mynd 1, talvu 1). Hetta var mest stórur toskur. Eins og áður var sera nógv at fáa av bæði stórari og smáari hýsu. Magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild, sum var høvuðsføðin hjá toski. Sjóvarhitin við botn lá um 8,0 oC. Restir av einum gomlum skipsvraki hingu á trolinum mitt á Føroyabanka og vóru latnar Søvnum Landsins.
Veðrið var sum heild gott.
Mynd 1. Myndin vísir nøgd (kg pr. tíma) av toski, hýsu og upsa á váryvirlitstrolingunum á Føroyabanka frá 1983 til 2022.
Talva 1. Veiða í kg, nytrur og magar fyri tær 29 fiskistøðirnar.
FISKASLAG
KG
NYTRUR
MAGAR
HÝSA
27478,776
425
111
TOSKUR
13619,548
430
59
HAVMÚS
1977,649
GULLLAKSUR
1171,032
25
SVARTKJAFTUR
934,147
UPSI
525,445
84
37
KNURRHANI
264,300
GAMAL FISKUR
212,410
LÍTLI KONGAFISKUR
146,519
GLÝSUFISKUR
143,415
LONGA
118,055
19
5
KJAFTSVARTI KONGAFISKUR
116,994
HAVTASKA
77,415
7
6
OSTUR GEODIA SP
42,416
MATHØGGUSLOKKUR
41,801
SKRUBBHÁVUR
35,400
HVÍTINGUR
29,989
STREYMSILD
20,487
SKØTA(BATIS)
17,080
SILVURMURTUR
16,788
HVALSPÝGGJ
15,579
STÓRI KONGAFISKUR
15,365
SKRAMBUL
9,383
NEBBASILD
8,273
34
HVÍTINGSBRÓDIR
7,897
BLETTUTA SKØTA
6,650
AGNHØGGUSLOKKUR
5,127
TUNGA
5,102
GLASKVOYSA
4,980
KORALL LOPHELIA
3,000
BLÁLONGA
2,079
1
SANDSKØTA
1,775
BÚKSVARTI HÁVUR
1,326
BROSMA
1,215
1
ROSSAMAKRELUR
0,780
NEBBASKØTA
0,767
REYDI KNURRHANI
0,592
AGNGÁGGA
0,503
LÁLLA
0,335
KLINGRUSKØTA
0,319
SJÓNOTA
0,311
IGULKER ECHINIDAE
0,219
TILSAMANS
47081,243
992
252
Um túrin
Vit fóru av Havnini mikukvøldið 15. mars klokkan 21. Vit royndu allar dagarnar og kláraðu at taka allar 29 trolstøðirnar. Á vegnum heim tóku vit CTD-støð á standarskurði nr. V06 í bankarennuni, har hitamátarnir fóru niður við CTDini at kalibrerast. Vit komu at landi mikumorgunin kl. 9:30 og landaðu hósmorgunin kl. 8.00 til Barðið í Havn. Matstovuvinnan fekk eisini høvi til at keypa nakað av fiski.
Prøvatøka
Veiðan varð viðgjørd sambært kanningarætlanini og sýnishondbókini. Yvirlit yvir veiðu, nytrur og magar (Talva 1) er víst niðanfyri. Búningarstigini til botnfisk (búningarstig 1-7, talva 4.4.1 í sýnishondbókini) vóru brúkt fyri øll fiskasløg, undantikið gulllaks (búningarstig 1-7, egin) og kongafisk (búningarstig 1-4, talva 4.4.3). Sjógvsýnini til e-DNA vóru filterað umborð og verða sekvensierað á landi seinni í ár.
Reiðskapur
Stjørnutrol við 40 mm meskum í posanum. Rockhopper grunnur (24-24in), Seahunter Vágslemmar (6.5m2; 2.250 kg), 60 m breitlar, Ekkolod EK80 (18, 38, 20, 120, 200 og 300 kHz), SIMRADTV80 sensorar á fiskilínuni og lemmunum. Starmon temperatur og -dýbdarmátarar festir á høvuðlínuna. CTD á rosettu við niskinfløskum.
Viðmerkingar
Rættingar til túrin eru skrivaðar í imp-útskriftirnar og í tekstdokument.
Fólk við frá Havstovuni
Petur Steingrund (kanningarleiðari)
Regin Kristiansen, Poul Vestergaard, Durita Sørensen og Ian Salter. Umframt hetta vóru tvey fólk frá Umhvørvisstovuni og tvey fólk í samband við kanningar av umhvørvis DNA og eitt fólk frá matstovuvinnuni.
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2446 Tíðarskeið: 24/10 – 29/10 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen og Ian Salter Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja viðbroytingunum […]
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2444 Tíðarskeið: 2-9/10 2024 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: Um heystið og veturin er reyðæti í dvala í djúpum sjógvi. Ein partur av tí reyðætinum, sum […]
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2442 Tíðarskeið: 25/9-2/10 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing og vøkstur hjá ymsum fiskasløgum í føroyska sjóøkinum. Á ársins […]
Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Havstovuni fríggjadagin tann 15. november kl. 11 Fiskamerkini, sum eru við í dráttinum hesaferð, eru komin Havstovuni í hendi millum 24.…
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka og í ein útsynning úr Føroyum. Talan var…
Havstovan leitar eftir goymsluhølum til prøvar. Hølini skulu brúkast til fjargoymslu av ymsum lívfrøðiligum og evnafrøðiligar prøvum, sum Havstovan hevur skyldu at varðveita. Talan er t.d. um prøvar tiknir umborð…
Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyri ein grindahval, merktur í Føroyum.…