{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Váryvirlitstroling -Føroyabanki

Jákup Sverri, túrur nr. 2310

Tíðarskeið: 15-22/3 2023

Ábyrgd: Petur Steingrund

Endamál:

Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum á Føroyabanka. Harumframt at taka hydrografistøðir og fáa sjógvsýni til e-DNA verkætlan hjá Havstovuni. Eisini at gera neyvar skrásetingar av botndýpinum í ávísum økjum á Føroyabanka.

Samandráttur

Hetta var triði túrurin á váryvirlitstrolingunum í ár og var túrurin á Føroyabanka. Í hálunum vóru skásett 32 fiskasløg og tvey sløg av høgguslokki umframt aðrar verur. Aftur í ár var væl meira av toski at fáa á Føroyabanka enn var vanligt frá 2006 til 2019 (sí mynd 1, talvu 1). Hetta var mest stórur toskur. Eins og áður var sera nógv at fáa av bæði stórari og smáari hýsu. Magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild, sum var høvuðsføðin hjá toski. Sjóvarhitin við botn lá um 8,0 oC. Restir av einum gomlum skipsvraki hingu á trolinum mitt á Føroyabanka og vóru latnar Søvnum Landsins.

Veðrið var sum heild gott.

Mynd 1. Myndin vísir nøgd (kg pr. tíma) av toski, hýsu og upsa á váryvirlitstrolingunum á Føroyabanka frá 1983 til 2022.

Talva 1. Veiða í kg, nytrur og magar fyri tær 29 fiskistøðirnar.

FISKASLAGKGNYTRURMAGAR
HÝSA27478,776425111
TOSKUR13619,54843059
HAVMÚS1977,649
GULLLAKSUR1171,03225
SVARTKJAFTUR934,147
UPSI525,4458437
KNURRHANI264,300
GAMAL FISKUR212,410
LÍTLI KONGAFISKUR146,519
GLÝSUFISKUR143,415
LONGA118,055195
KJAFTSVARTI KONGAFISKUR116,994
HAVTASKA77,41576
OSTUR GEODIA SP42,416
MATHØGGUSLOKKUR41,801
SKRUBBHÁVUR35,400
HVÍTINGUR29,989
STREYMSILD20,487
SKØTA(BATIS)17,080
SILVURMURTUR16,788
HVALSPÝGGJ15,579
STÓRI KONGAFISKUR15,365
SKRAMBUL9,383
NEBBASILD8,27334
HVÍTINGSBRÓDIR7,897
BLETTUTA SKØTA6,650
AGNHØGGUSLOKKUR5,127
TUNGA5,102
GLASKVOYSA4,980
KORALL LOPHELIA3,000
BLÁLONGA2,0791
SANDSKØTA1,775
BÚKSVARTI HÁVUR1,326
BROSMA1,2151
ROSSAMAKRELUR0,780
NEBBASKØTA0,767
REYDI KNURRHANI0,592
AGNGÁGGA0,503
LÁLLA0,335
KLINGRUSKØTA0,319
SJÓNOTA0,311
IGULKER ECHINIDAE0,219
TILSAMANS47081,243992252

Um túrin

Vit fóru av Havnini mikukvøldið 15. mars klokkan 21. Vit royndu allar dagarnar og kláraðu at taka allar 29 trolstøðirnar. Á vegnum heim tóku vit CTD-støð á standarskurði nr. V06 í bankarennuni, har hitamátarnir fóru niður við CTDini at kalibrerast. Vit komu at landi mikumorgunin kl. 9:30 og landaðu hósmorgunin kl. 8.00 til Barðið í Havn. Matstovuvinnan fekk eisini høvi til at keypa nakað av fiski.

Prøvatøka

Veiðan varð viðgjørd sambært kanningarætlanini og sýnishondbókini. Yvirlit yvir veiðu, nytrur og magar (Talva 1) er víst niðanfyri. Búningarstigini til botnfisk (búningarstig 1-7, talva 4.4.1 í sýnishondbókini) vóru brúkt fyri øll fiskasløg, undantikið gulllaks (búningarstig 1-7, egin) og kongafisk (búningarstig 1-4, talva 4.4.3). Sjógvsýnini til e-DNA vóru filterað umborð og verða sekvensierað á landi seinni í ár.

Reiðskapur                  

Stjørnutrol við 40 mm meskum í posanum. Rockhopper grunnur (24-24in), Seahunter Vágslemmar (6.5m2; 2.250 kg), 60 m breitlar, Ekkolod EK80 (18, 38, 20, 120, 200 og 300 kHz), SIMRADTV80 sensorar á fiskilínuni og lemmunum. Starmon temperatur og -dýbdarmátarar festir á høvuðlínuna. CTD á rosettu við niskinfløskum.

Viðmerkingar

Rættingar til túrin eru skrivaðar í imp-útskriftirnar og í tekstdokument.

Fólk við frá Havstovuni

Petur Steingrund (kanningarleiðari)

Regin Kristiansen, Poul Vestergaard, Durita Sørensen og Ian Salter. Umframt hetta vóru tvey fólk frá Umhvørvisstovuni og tvey fólk í samband við kanningar av umhvørvis DNA og eitt fólk frá matstovuvinnuni.

Túrfrágreiðingar

  • Váryvirlitstroling – Føroyabanki

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2410 Tíðarskeið: 13-17/3 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av […]

    Les meir

  • Váryvirlitstroling – Landgrunnur

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2406 og 2408 Tíðarskeið: 14-28/02 2024 og 28/2-13/3 2024 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega […]

    Les meir

  • Standard hydrografi

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2402 Tíðarskeið: 08/02 – 13/02 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin […]

    Les meir

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá…

    Les meira

  • Merktu grindirnar støðufastar

    Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september. Hvørgin av merktu grindunum hava seinastu vikurnar ferðast serliga víða.…

    Les meira

  • Fyrilestur hjá Hjálmar Hátún stroymdur í dag kl. 12:30

    Í dag (týsdag 19. november) kl. 12:30 hevur Hjálmar Hátún framløgu við heitinum Havumhvørvið í Norðuratlantshavi. Tvinnir spurningar verða umrøddir:1) Fer Golfstreymurin, ella Havsins Kalda Hjarta, at vikna?2) Ávirkan av…

    Les meira

  • Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

    Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuus av Strondum, sum vann lutakastið. Merkti…

    Les meira