
Fiskivinnugransking stuðlar verkætlanum á Havstovuni
Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu frá, hvat er komið burturúr.
Fleiri verkætlanir á Havstovuni eru stuðlaðar av Fiskivinnugransking, og fýra av teimum vóru lagdar fram á framløgudegnum. Inga Kristiansen greiddi frá um leiklutin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild og vegna Eilif Gaard greiddi hon frá kanningum av reyðæti, sum rekur úr Bankarennuni um veturin. Jóhannis Danielsen greiddi frá árinskanning av fiskiskapi á hótt fuglasløg og Ian Salter greiddi frá, hvussu umhvørvis-DNA verður brúkt til at kanna botnfisk undir Føroyum.
Umframt áðurnevndu verkætlanir, so stuðlar Fiskivinnugransking í løtuni eisini tveimum øðrum verkætlanum á Havstovuni, nevniliga einari sum snýr seg um reyðsprøku og tungu og einari um taraskógir sum uppvakstrarøki.
Á framløgudegnum luttók harafturat Petur Steingrund við eini framløgu um royndir við skiljirist í fiskiskapi eftir upsa/botnfiski.
Viðkomandi tíðindi

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsprøku og tungu. Skrá: Vælkomin Framløga 1: “Ílegukanningar av

Framtíðin hjá mati úr sjónum
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá

Havstovan í nýggjari verkætlan
Í vár fekk Havstovan játtað pening frá EU um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt “Golfstreymurin”, og hvussu samanhangandi hetta rákið er.

Post Doc og PhD-verkætlanir í biologiskari havfrøði
Nú ber til at søkja stuðul til 3-ára Post Doc verkætlan í biologiskari havfrøði. Nýggi granskarin verður knýttur at størri verkætlan, nevnd DRIFT, sum er samstarv millum granskingarstovnar í Bergen
