
Fiskimálaráðharrin vitjað umborð á Jákup Sverra
Mikudagin í farnu viku vitjaði fiskimálaráðharrin Árni Skaale saman við umsitingini í Fiskimálaráðnum umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Loksins eydnaðist tað at fáa vitjanina av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í lag, eftir at hava verið útsett fleiri ferðir, m.a. orsakað av COVID19. Vitjanin byrjaði við einum døgurðabita og síðani varð fylgið víst runt á øllum skipinum.
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur nú verið í rakstri meira enn eitt ár og hevur skipið roynst avbera væl. Jákup Sverri er gjørdur til at lúka øll nútíðarkrøv til eitt havrannsóknarskip. Tískil er skipið eitt týdningarmikið og sera væl útgjørt amboð hjá Føroyum í arbeiðinum at fáa til vega ta nýggjastu vitanina um okkara sjófeingi.
Á myndunum sæst landsstýrismaðurin Árni Skaale saman við umsitingini í Fiskimálaráðnum umborð á Jákup Sverra.
Viðkomandi tíðindi
Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og Eilif Gaard, lívfrøðingur og Dr. Philos, hildu á…
Hátíðardagur á Havstovuni
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, Marita Rasmussen, bar heilsan fram til…
Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri
Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen, stjóri, verið á Seglhúsloftinum, har fleiri skúlaflokkar úr Tvøroyrar skúla…
Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
Týsdagin 22. apríl var landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstýrismaðurin høvi at heilsa upp á starvsfólkini á Havstovuni, umframt gjølliga…