{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Trantkongafiskur

Sebastes mentella

Trantkongafiskur hevur eina ryggfjøður, teir hørðu teinarnir eru fremstir. Hann hevur eina gotfjøður, hørðu teinarnir eru fremstir, stórar, rundligar uggafjaðrar, og búkfjaðrarnar eru nakað minni. Stóra beinknútu fremst á undirkjaftinum. Hann hevur undirbit. Hann hevur stór eygu, eygnatvørmátið er umleið 1/3 av høvuðlongdini. 5 píkar eru á kápuni. Hann er hávaksin fiskur. Kongafiskasløgini fáa livandi ungar.

Útbreiðsla

Hann er undir Føroyum út av landgrunninum, út av bankunum vestanfyri, á Bankarygginum og Íslandsrygginum. Hann er úr Norskurennu til Svalbarðs og eystur móti Murmansk. Hann er úr Noregi og vestur til Baffinsvíkina og Nova Scotia.

Longdarbýti í føroysku veiðuni

Tilmæli

Stødd

Trantkongafiskur verður upp í einar 70 cm langur, vanliga millum 35-45 cm.

Dýpi

Hann er úr 300 metra dýpi niður á 1000 metra dýpi og er vanliga djúpari enn 450 m. Hann er tann av kongafiskunum her á leið, sum er djúpast. Hann er eisini uppi í sjónum yvir djúpum vatni, er onkuntíð fingin í vatnskorpuni á laksalínu norðan fyri Føroyar.

Litur

Hann er reydligur, viðhvørt við appilsinliti. Ofta nakað av grábrúnligum ovast á síðunum og við viólbláum farra, serliga teir smáu sunnan og eystan fyri Føroyar. Hann er ljósur undir búkinum.

Eyðkenni

Trantkongafiskur líkist nógv lítla kongafiski og stóra kongafiski. Tann niðasti og fremsti av teimum 5 píkunum á kápuni vísir niður og eitt vet frameftir. Eygnastøddin og tranturin á undirkjaftinum eyðkenna trantkongafisk.

Týdningur

Trantkongafiskur er virðismikil fiskur og verður nógv veiddur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Trantkongafiskur
Lat:Sebastes mentella
Can:Beaked redfish
Dan:Dybhavsrødfisk
Eng:Deepwater redfish, Deepsea rosefish, Deepwater rosefish
Fra:Sébaste du Nord
Grø:Suluppaagaq itisoormiu
Ísl:Djúpkarfi, Úthafskarfi
Nor:Snabeluer
Pol:Karmazyn montela
Por:Peixe-vermelho-da-fundura
Sve:Djuphavskungsfisk
Týs:Schnabelbarsch, Tiefenbarsch
USA:Deepwater redfish