
Svarta havtaska
Lophius budegassa
Svarta havtaska líkist havtasku so nógv, at munur ikki sæst uttan gjøllari kanning. Munirnir eru: Í ryggfjøðurini á svørtu havtasku eru 9-10 teinar, 11-12 teinar eru í ryggfjøðurini á havtasku. Í búkfjaðrunum eru 8-9 teinar á svørtu havtasku, 9-10 teinar eru í búkfjaðrunum á havtasku. Ein týðiligur munur er royggið, ið er svart. ’Agnið’ á svørtu havtasku er heilt, í einum flata. Á havtasku er ’agnið’ sum sýlt, er mest sum í tveimum.
Útbreiðsla
Undir Føroyum til Bretsku oyggjarnar, Senegal og Kanariuoyggjarnar. Í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.

Stødd
Svarta havtaska verður upp í umleið 100 cm long.
Dýpi
Hon er úr vatnskorpuni niður á 650 metrar.
Litur
Hon er brúnlig um bakið og gráhvít undir búkinum. Royggið er svart.
Eyðkenni
Svarta royggið.
Týdningur
Undir Føroyum er veiðan lítil, men hon verður avreidd sum havtaska.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Svarta havtaska |
| Lat: | Lophius budegassa |
| Dan: | Sort havtaske |
| Eng: | Black-bellied Angler |
| Fra: | Baudroie rousse |
| Ita: | Budego |
| Pol: | Zabnica-afrikanska |
| Por: | Tamboril-preto |
| Spa: | Rape rojizo |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Merkt fisk á Landgrunninum
15.10.2025
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Havtaska ferðast millum gýtingarøki og føðiøki
07.11.2013
Ljós og dagslongd avgera, nær havtaskan byrjar at ferðast til gýtingarøki á djúpum vatni um heystið og til grynri føðiøki um várið. Hetta er úr Sjóvar…

Norsk havtaska fiskað við Føroyar
01.09.2011
Góð 4 ár eftir at ein „norsk“ havtaska varð merkt á einum firði í Vesturnoregi, endaði hon í einum garni norðan fyri Føroyar. Ein teinur upp á 400 fjó…

Havtaska ferðast helst við havstreyminum
01.09.2010
Eftir útsjóndini at døma, ímynda vit okkum helst, at havtaska stórt sæð liggur still á botni og bíðar eftir at ein „góður biti“ skal svimja fram við. …

Havtaskan sveimar millum lond við streyminum
01.09.2007
Havtaska er rættiliga staðbundin fiskur. Sum heild svimur hon ikki serliga langt. Tað hendir tó, at havtaskur ferðast líka úr Hetlandi til Íslands og …

Liturin ger ongan mun
01.09.2007
Tað ger eftir øllum at døma ongan mun, hvønn lit reiðskapurin hevur, tá ið tú fiskar havtasku við gørnum. Hetta er úr Sjóvarmál 2007, les víðari her. …

Havtaska – fiskiskapur og lívfrøði
01.09.2003
Fyribils hagtøl vísa, at 2003 eisini verður eitt ár við høgum landingum av havtasku, heili 2300 tons. Meginparturin av havtaskuveiðuni stavar frá garn…
