{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Streymsild

Argentina sphyraena

Streymsild er mjáur og langvaksin fiskur, og tvørskurðurin er nærum fýrkantaður. Hon hevur smáar fjaðrar, eina lítla ryggfjøður, ið situr beint framman fyri miðjuna á fiskinum. Hon hevur eina lítla fitifjøður aftur móti klingruni, eina lítla gotfjøður aftur móti klingruni. Sterturin er nógv sýldur. Høvdið er rættiliga stórt. Hon hevur stutta gron og stór eygu. Trantlongdin er eins long og eygnastøddin, kanska heldur longri. Eitt sindur súrligur roykur gongur at nýveiddum fiski.

Útbreiðsla

Streymsild er undir Íslandi, Føroyum og frá Tróndheimsleiðini til Vesturafrika, í norðara parti av Norðsjónum og í vestara parti av Miðjarðarhavinum.

Stødd

Streymsild verður upp í 30-35 cm, men er vanliga minni.

Dýpi

Hon er vanliga á dýpi millum 18 og 200 m, men er helst eisini djúpari enn 450 m.

Litur

Hon er ljóst olivingrøn um bakið, silvurblonk um síðurnar og gylt undir búkinum.

Eyðkenni

Streymsild líkist nógv gulllaksi. Er fiskurin størri enn 30-35 cm, er lítið at ivast í, at tað er gulllaksur. Streymsildin hevur 50-54 roðslur eftir strikuni.

Týdningur

Streymsild hevur lítlan týdning, kanska nakað í ídnaðarfiskiskapi.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Streymsild
Lat:Argentina sphyraena
Dan:Strømsild
Eng:Lesser argentine, Argentine, Lesser silver smelt
Fin:Hopeakuore, Hopeakala
Fra:Petite argentine, Argentine, Éperlan
Gri:Gourlomátis
Ísl:Litli gulllax
Ita:Argentina
Ned:Zilversmelt, Zilvervijs
Nor:Straumsild, Strømsild
Pol:Argentina smukla, Strebrzyk smukly
Por:Biqueirâo branco
Rus:Argentina
Spa:Pez Plata, Abishoya, Argentina, Bocón, Chaclet, Peix de plata, Péon, Pigudo, Polido, Sula de altura
Sve:Silverfisk, Strømsill
Týs:Glasauge, Glassauge

Viðkomandi tíðindi

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira

  • Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?

    Innleiðsla Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyrstu árini og er longu yvir 80 cm langur…

    Les meira