
Rísnaskøta
Malacoraja spinacidermis
Skivan er hjartaskapað. Ravaendarnir eru rundir, og ravakanturin framman eitt lítið sindur bogaður inní. Bakið er sett við smáum naddum. Smáir píkar eru við eyguni og á akslunum (bert á vaksnum fiski). Halin er oftast mest sum píkaleysur. Ryggfjaðrarnar eru samanvaksnar í neðra. Blindumegin er hon sløtt, uttan fremst á kantinum, har hon er eitt sindur hvøss. Hon hevur stutta gron og lítlan trant framúr. Breiddin á skivuni er størri enn longdin frá goti til trant. Gotið er nærum eins langt frá trantinum sum frá stertinum.
Útbreiðsla
Ein er veidd í Rósugarði í 1965, og hetta er tann einasta, vitan er um her um leiðir. Rísnaskøta er annars sera sjáldsamur fiskur og bert nakrar fáar eru fráboðaðar longur suðuri í Atlantshavinum.

Stødd
Rísnaskøta verður upp í umleið 70 cm long.
Dýpi
Hon er úr 450 m niður á góðar 1500 m.
Litur
Hon er ljósagrábrún á bakinum. Eldri fiskar eru dimmari. Undir búkinum eru ungir fiskar hvítir og halin gráur. Hon myrknar undir búkinum, verður grálig við aldrinum. Nakrir hvítir blettir eru tó í tí gráa litinum.
Eyðkenni
Smáu naddarnir um bakið, fáu píkarnir og liturin.
Týdningur
Rísnaskøta hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Rísnaskøta |
| Lat: | Malacoraja spinacidermis, Raja spinacidermis |
| Can: | Raie molle |
| Dan: | Lådden rokke |
| Eng: | Soft skate, Prickled ray, Roughskin skate |
| Fra: | Raie mollette, Raie peau hérissée, Raie profonde |
| Ísl: | Sjafnarskata |
| Ned: | Stekelhuidrog |
| Spa: | Raya piel áspera |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
25.06.2025
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…
