{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Reyða hornabrosma

Gaidropsarus argentatus

Reyða hornabrosma er langvaksin og nakað síðvaksin fiskur. Á trantinum eru tvey horn, umframt finnuna á lippuni. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er heilt lág, tó fremsti teinur eitt vet hægri enn aftara ryggfjøður. Aftara ryggfjøðurin byrjar yvir hálvari uggafjøðurini og kemur næstan aftur á klingruna. Hon hevur eina gotfjøður, ið byrjar beint framman fyri hálvan fiskin. Gotið er beint framman fyri gotfjøðurina. Búkfjaðrarnar eru smalar, og annar teinur er serliga langur, kemur aftur áraka ella aftur um uggafjøðurina. Hon hevur miðal stórar uggafjaðrar. Sterturin er eitt sindur rundaður aftan. Høvdið er um 20% av heildarlongdini. Hon hevur smá eygu. Strikan er brotin og nógv bogin yvir uggafjaðrunum.

Útbreiðsla

Reyða hornabrosma er í Vestur og Eysturgrønlandi um Ísland, tó ikki á Suðurlandinum, til Føroya, Vesturnoregs og Norðsjógvin. Er møguliga eisini við Svalbarð.

Stødd

Reyða hornabrosma verður upp í 45 cm long.

Dýpi

Hon er úr 150 niður á 2000 metrar.

Litur

Hon er reyðbrún ella reyðgrá, nakað blágrá um høvdið og undir búkinum. Fjaðraendarnir og hornini eru reyð. Hon er ljós inni í kjaftinum.

Eyðkenni

Fremsti teinurin í ryggfjøðurini. Liturin á fjarðarondum og hornum, men hetta kann vera sjávað burtur á trolveiddum fiski.

Týdningur

Reyða hornabrosma hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Reyða hornabrosma
Lat:Gaidropsarus argentatus, Onogadus argentatus, Onos argentatus
Dan:Arktisk havkvabbe
Eng:Arctic rockling, Silver rockling
Fra:Mustèle argentée, Motelle arctique
Grø:Saviliursak, Savukussat
Ísl:Rauða sævesla
Nor:Sølv-tangbrosme, Treskjegget tangbrosme
Rus:Poljarnyj nalim
Spa:Barbada, Treebearded rocling
USA:Arctic treebearded rockling, Arctic rockling

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2026

22.12.2025

Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026

28.11.2025

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak

19.09.2025

Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar

25.06.2025

Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…