
Lusifer
Linophryne lucifer
Hann er sjáldsamur í útsjónd, nakað flatur. Hann er næstan líka høgur, sum hann er langur. Hann hevur stórt høvd og stóran kjaft fremst á høvdinum. Hann hevur spískar og nakað stórar tenn, evarska smá eygu ovarlaga á høvdinum. Hann hevur smáar uggafjaðrar, ið sita mitt á fiskinum. Beint undir teimum eru tey smáu táknaopini. Aftast og ovast er sterturin, ið er mest sum ein hond við 6 teinum aftureftir. Á klingruni er ein lítil fjøður omaná og ein undir, báðar líkar stertinum, men minni. Einir tríggir teinar eru í hvørji. Frammarlaga undir búkinum er ein langur tráður, um helvtina av standardlongdini. Í endanum fer hann sundur í tvær ruflutar ‘tungur’.
Útbreiðsla
Lusifer er sjáldsamur fiskur. Umframt undir Føroyum, her hann bert er skrásettur eina ferð, er hann fingin sunnan fyri Ísland og vestur ímóti grønlandi, við Madeira og í Nýfundlandi.

Stødd
Kvennfiskar verða upp í 30 cm langir. Kallfiskarnir eru smáir og síggjast viðhvørt sitandi fastgrónir uppi á kvennfiskunum sum sníkar og lívlangir sáðbankar.
Dýpi
Hann er á djúpum vatni, men óvist á hvørjum dýpi. Undir Føroyum er hann fingin millum 1060 og 1175 m norður av Ytrabanka.
Litur
Hann er svartur um allan kroppin.
Eyðkenni
Tær báðar ‘tungurnar’ í endanum á langa búkvøkstrinum. Undarliga skapið. Liturin. Táknaopini eru undir uggafjaðrunum.
Týdningur
Lusifer hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Lusifer |
| Lat: | Linophryne lucifer |
| Dan: | Tvebladet trådeangler |
| Eng: | Forkbarbel throat |
| Fra: | Gorge à barbe fourchue |
| Ísl: | Surtla |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
25.06.2025
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…
