
Lítli tussafiskur
Cryptopsaras couesii
Hann er svartur um allan kroppin.
Útbreiðsla
Lítli tussafiskur er sjáldsamur fiskur. Nakrir fáir eru fingnir sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Hann er annars í øllum høvum, undir Íslandi til Asoroyggjarnar og Suðurafrika. Í Nýfundlandi til Drakessundið. Hann er eisini í Kyrrahavinum.

Stødd
Kvennfiskar verða upp í 45 cm langir, kallfiskar upp í 7,5 cm. Kallfiskar síggjast viðhvørt hanga undir búkinum á kvennfiskunum, har teir eru grónir fastir, og teir eru tá støðugir sáðbankar og sníkar.
Dýpi
Lítli tussafiskur er botnfiskur og uppsjóvarfiskur, úr vatnskorpuni niður á 2090 metra dýpi.
Litur
Hann er svartur um allan kroppin.
Eyðkenni
Litur og útsjónd. tríggjar „boppur“ á bakinum. Upprendi kjafturin. Bert einans stongin. Longdin úr gronini til uggafjaðrarnar er um 48% av standardlongdini.
Týdningur
Lítli tussafiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Lítli tussafiskur |
| Lat: | Cryptopsaras couesi |
| Eng: | Lesser deepsea angler |
| Fra: | Petit pêcheur abyssal |
| Ísl: | Surtur |
| Jap: | Mitsukuri-enagachôchin-ankô |
| Nor: | Liten sjødjevel |
| Nze: | Seadevil |
| USA: | Triplewart seadevil |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík
09.01.2026
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
25.06.2025
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…
