{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Kikarafiskur

Epigonus telescopus

Kropsskapið er eitt sindur køggut. Hann er umleið eins breiður og høgur. Hann hevur tvær rættiliga smáar, høgar og ólíkar ryggfjaðrar, fremra framman fyri miðjan fiskin, og aftara aftanfyri. Hann hevur eina gotfjøður á stødd umleið sum aftara ryggfjøður. Sterturin er nógv sýldur. Hann hevur stóra, leysa roðslu. Høvdið er lutfalsliga stórt. Eyguni eru sera stór, og eygnatvørmátið er nærum helvtina av høvdinum. Gronin er stutt.

Útbreiðsla

Undir Føroyum fáast onkrir einstakir kikarafiskar ymsastaðni út av landgrunninum og bankunum vestanfyri og sunnanfyri. Hann er undir Íslandi og Føroyum til Marokko, í vestara parti av Miðjarðarhavinum og úti til havs á Miðatlantsrygginum, á bankum, tindum og grynnum har. Frá Cape Cod til Florida. Á sunnaru hálvu er hann við Nýsæland, Avstralia og Suðurafrika.

Stødd

Kikarafiskur verður upp í umleið 75 cm langur, vanlig longd undir Føroyum er 25-40 cm.

Dýpi

Hann er úr 75 m niður á 1200 metrar, helst eisini djúpari. Ungir fiskar eru uppsjóvarfiskar, gamlir eru bæði uppi í sjónum og niðri við botnin.

Litur

Hann er brún-viólbláur, skyggjandi í ælabogalitum, tá hann er livandi. Trolveiddur fiskur hevur oftast mist roðsluna, og er hann tá óblankur, svart-brúnur um allan kroppin.

Eyðkenni

Kikarafiskur minnir í skapi um gulllaks. Liturin. Tvær ólíkar ryggfjaðrar og tey stóru eyguni.

Týdningur

Aðrastaðni verður nakað veitt av kikarafiski.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Kikarafiskur
Lat:Epigonus telescopus
Azo:Escamuda, Jordão, Olhuda
Eng:Big eye, Bullseye, Black cardinalfish, Cardinal fish, Deepsea cardinalfish
Fra:Sonneur commun
Ísl:Glyrnir
Ita:Re de triglio nero, Pomatomo telescopio
Ned:Deepzeebars
Nor:Teleskopfisk, Dyphavsåbor
Pol:Epigon, Gonustel
Por:Olhudo, Besoiro, Peixe diabo
Rus:Lifa’r
Spa:Pez diablo, Boca negre, Peje diablo, Tomás
USA:Bigeye cardinalfish

Viðkomandi tíðindi

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira

  • Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?

    Innleiðsla Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyrstu árini og er longu yvir 80 cm langur…

    Les meira