
Bláriddari
Lepidion lepidion
Bláriddari hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra hevur 4 teinar, stutt, og fremsti teinur er í minsta lagi longri enn høvdið, ofta longri enn hálv heildarlongdin. Aftara ryggfjøður er long og byrjar yvir uggafjaðrafestinum og røkkur aftur til klingruna. Hann hevur eina langa gotfjøður, ið er úr klingruni fram um miðjuna á fiskinum. Hann hevur smáar búkfjaðrar, lítlan og avrundaðan stert og klæna klingru. Gotið er framman fyri miðjuna á fiskinum. Strikan er væl bogin yvir uggafjøðurina. Hann hevur finnu, lítið høvd og stór eygu, umleið eins stór og gronin.
Útbreiðsla
Gjøgnum hellingarnar frá Føroyum til Biskeiavíkina, til Íslands, Grønlands, Davisfjørðin, Labrador og Grand Banka. Á tindum og bankum úti í Atlantshavinum. Hann er vanlig hjáveiða á djúpum vatni vestan fyri og sunnan fyri Føroyar.

Stødd
Bláriddari verður upp í umleið 50 cm langur. Undir Føroyum er hann vanliga um 20-30 cm.
Dýpi
Hann er úr 125 metra dýpi niður á 1850 metra dýpi.
Litur
Hann er dimmur ella ljósareyðgráur um bakið og síðurnar, ljósagráur undir búkinum, ber á viólbláan lit, kanska serliga á støku fjaðrunum.
Eyðkenni
Tann lítla og høga fremra ryggfjøðurin. Lítli sterturin, klæna klingran og tann veiki viólliturin.
Týdningur
Bláriddari hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Bláriddari |
Lat: | Lepidion lepidion |
Can: | Lépidion à grande yeux |
Dan: | Blå ridder |
Eng: | North Atlantic codling |
Ísl: | Bláriddari |
Nor: | Dypvannsmoride |
Sve: | Brun djuphavstorsk |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini…
Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…