Jákup Sverri – Yvirlitstroling eftir botnfiski
14.02.2024 - 28.02.2024
12:00 - 12:01
Landgrunnur
Havstovan
Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi o.ø. fiskasløgum; t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu sløgum. Umframt skal vekt, tal og longdarbýti skrásetast fyri øll fiskasløg, ið verða veidd. Eisini skulu magakanningar gerast av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi.
Hetta er fyrri túrur av tveimum um várið.