Jákup Sverri – Yvirlitstroling eftir botnfiski

14.08.  - 26.08.2024

Landgrunnur

Havstovan

Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi o.ø. fiskasløgum; t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu sløgum. Umframt skal vekt, tal og longdarbýti skrásetast fyri øll fiskasløg, ið verða veidd. Eisini skulu magakanningar gerast av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi.

Hetta er seinni túrur av tveimum um summarið.

Vís ætlan yvir rannsóknartúrar