Jákup Sverri – Yvirlitstroling á Landgrunninum
04.08.2027 - 17.08.2027
Landgrunnur
Havstovan
Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa, longu, gulllaksi o.ø. fiskasløgum; t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu sløgum. Umframt skal vekt, tal og longdarbýti skrásetast fyri øll fiskasløg, ið verða veidd. Eisini skulu magakanningar gerast av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi.
Hetta er fyrri túrur av tveimum um summarið.
Vís ætlan yvir rannsóknartúrar