Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni

Nú 40 dagar eru farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er tann eini springarin farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlandsrennuna, og er nú komin norður á 63 breiddarstig, norð ímóti Norskahavinum.
Hin springarin hevur ligið støðufastur á 62 breiddarstigum, 160 fjórðingar vestan fyri Føroyar. Sendarin á hesum springaranum sløknaði tíverri fyri nøkrum døgum síðani.
Viðkomandi tíðindi
-

Telja hval á sjeynda sinni
Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum gjørligt. Føroyar luttaka við tveimum skipum;…
-

Tað seinasta frá merktu grindahvalunum
Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í Sandavági, har ein hvalur varð merktur 26.…
-

Springari á Kappanum
Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í…
-

Nú síggjast nósar
Eyðkendu hvítu nósarnir, ið av og á síggjast søkja sær skjól inn á firðum og sundum um heystið, deila óhepnu støðuna at verða skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir…