DNA kanningar av lívsins margfeldi og útbreiðslu í havinum
Tað er týdningarmikið at skilja samanhangir í lívfrøðiliga margfeldinum og útbreiðslu av plantu- og djórasløgum fyri at kunna hava eina skynsama umsiting og handfaring av vistskipanum í havinum.
Nýliga er komið fram, at flestu verur í havinum leggja DNA slóðir eftir seg, sum kunnu finnast í sjógvi (eDNA). Slóðir av eDNA frá plantuplankton, fiski og hvalhávi eru funnar í sjógvroyndum. Tað eru tó fleiri týdningarmiklir spurningar eftir at svara í hesum sambandi. Serliga um, hvussu leingi slíkt DNA heldur sær í sjógvi, og harvið, hvussu long tíðarskeið og hvussu stór øki slíkar slóðir umboða.
Í grein, sum nýliga er almannakunngjørd, hevur Ian Salter, ph.d. og granskari á Havstovuni, mátað livitíð av eDNA í sjógvi í eitt heilt ár í útsynnings Miðjarahavinum. Úrslitini visa, at livitíðin hjá eDNA broytist við árstiðini. Um veturin kann tað halda sær fleiri vikur, men bara fáar timar um summarið, áðrenn tað er niðurbrotið. Kanningarnar vístu eitt samband millum eDNA livitíð og hita og nøgdir av bakteriuføðsluevnum, og sambandið kundi lýsast við einum statistiskum myndli. Tá eDNA verður nýtt at kanna útbreiðslu av plantu- og djórasløgum, er tí neyðugt at taka hædd fyri árstíðarbroytingum í eDNA livitíð.
Greinin kallast ”Seasonal variability in the persistence of dissolved environmental DNA (eDNA) in a marine system: The role of microbial nutrient limitation” og er almannakunngjørd í PLOS ONE. Greinin er Open Acces og kann lesast niður her.
Ian Salter hevur gjørt arbeiðið við hesi greinini í samband við arbeiði sítt á LOMIC (Laboratoire d’Océanographie Microbienne) stovninum í Paris.
Hann arbeiðir í løtuni á Havstovuni við eini verkætlan, sum er fíggjað av Granskingargrunninum, Fiskivinnuroyndum, Havstovuni og úr Fraklandi. Hendan verkætlan kallast FAMEOS, stytting fyri the Faroese Marine Ecosystem Observing Study. Hann fer at royna eDNA arbeiðsháttin í FAMEOS, har endamálið er at leggja grundarlagið fyri tílíkum kanningum av lívfrøðiliga margfeldinum og vistskipanini á Landgrunninum.
Viðkomandi tíðindi
uDNA kanningar kunnu vónandi stuðla yvirlitstroling í framtíðini
DNA-leivdir av bæði toski og hýsu í sjógvprøvum kunnu møguliga í framtíðini brúkast til at siga, hvussu stórir hesir fiskastovnar eru. Men nýggjastu kanningarnar vísa, at tað er neyðugt at…
Teingja umhvørvis-DNA við sjálvvirkna prøvatøkuútgerð
Umhvørvis-DNA í sjógvi er alt tað DNA, ið vit fáa gagnnýtt úr einum sjógvprøva. Tað fevnir um DNA frá smáu verunum og leivdir av DNA, sum eru útskildar frá størri…
Umhvørvis DNA og vistskipanargrundað fiskiveiðustýring
Skotið hevur verið upp at nýta umhvørvis DNA (uDNA) til at bøta um metingar av fiskastovnum og útgreina tørvin á vitan, sum krevst til vistskipanargrundaða fiskiveiðustýring, ið á enskum verður…
Fiskanøgdir mettar út frá DNA í sjógvi
Allar livandi verur lata smáar leivdir av arvatilfari (DNA) til umhvørvið, og hesi spor kunnu brúkast til at eyðmerkja, hvørji djór og plantur hava verið tilstaðar í umhvørvinum. At máta…