
Avbera nógvur gróður í 2017
Gróðurin í 2017 eydnaðist avbera væl, og er tann besti síðani aldamótið. Orsøkina til nógva gróðurin kenna vit ikki til fulnar. Men av royndum vita vit, at tá gróðurin er nógvur, eru størri sannlíkindi fyri góðari tilgongd til fiskastovnarnar, sum halda til á Landgrunninum.
Hetta er úr Sjóvarmál 2018, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi

Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður
Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá Lívfiskastøðini í Skopun, sum m.a. verður kannaður
