Arktiskur sjófuglafundur í Føroyum
Havstovan og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hava verið vertir fyri tí árliga arbeiðsfundinum hjá arktiska sjófuglabólkinum CBird (Circumpolar Seabird Group).
CBird (Circumpolar Seabird Group) er ein serfrøðingabólkur undir CAFF (Conservation of Arctic Flora and Founa). CBird hevur umboð fyri øll londini kring norðpólin umframt eygleiðarar, og londini skiftast um at vera vertur. Hetta er aðru ferð, fundurin er hildin í Føroyum.
Í mun til aðrar fuglafelagsskapir sunnan fyri okkum, so hava flestu limirnir í CBird somu áhugamál sum vit, tá ið tað t.d. ræður um burðardygga veiðu. Tað er tí sera umráðandi, at vit luttaka í hesum samstarvi.
Londini kring norðpólin hava í nógvum førum somu fuglasløg. Tað eru t.d. 16 tey somu sjófuglasløgini, sum eiga í øllum londunum kring norðpólin. Somu hóttanir eru eisini í hesum londunum. Tí hava vit eina felags skyldu at varðveita hesar fuglar, og ein av uppgávunum hjá CBird er at samskipa kanningar í økinum, so mest fæst burtur úr arbeiðinum og at úrslitini kunnu samanberast.
Nógvur sjófuglur eigur í londunum kring norðpólin, og hann tekur alla sína føði í havinum. Støðan hjá sjófuglinum gevur tí eina góða ábending um støðuna í havinum kring norðpólin. Dentur verður tí lagdur á at kanna tey fuglasløg, sum eiga kring allan norðpólin. Fuglarnir verða býttir upp eftir, hvar í sjónum teir finna føðina. Sýldi drunnhvíti livir t.d. av djóraæti, sum hann tekur í vatnskorpuni. Rita, terna og havhestur taka fisk í vatnskorpuni og nakrar metrar niður, meðan lundi og lomvigi kunnu kava niður á meira enn 50 til 100 m eftir fiski. Aðrir fuglar t.d. æða, teisti og skarvur kava niður á botnin eftir føði. Av teimum arktisku sjófuglunum hava vit í nógv ár kannað lomviga, ritu, ternu og havhest, meðan kunnleikin um hini fugasløgini er lítil.
Hjálmar Hátún greiddi frá, hvussu meldurin sunnan fyri Grønland ávirkar djóraætið sunnan fyri Ísland og riturnar í Føroyum. Amalie Jessen greiddi frá fuglaveiðu í Grønlandi, Tycho Anker Nielsen greiddi frá sjófuglateljingum í Norra (http://www.seapop.no/no/), Hallvard Strøm greiddi frá stóru verkætlanini við ljósloggarum, sum eru settir á fleiri hundrað sjófuglar í Norðurhøvum (http://www.seapop.no/en/seatrack/) og Carsten Egevang vísti myndir frá verkætlanini um heimasíðu og bók um fuglaveiðu í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.
Viðkomandi tíðindi
Fuglateljing við dronu
Havstovan telur súlurnar í Mykineshólmi umleið 10. hvørt ár. Fuglarnir verða taldir eftir myndum. Summarið 2016 vórðu myndirnar á fyrsta sinni tiknar við dronu. Hetta er úr Sjóvarmál 2017, les…
Harðir vetrar stimbra sjófugl
Støðan hjá føroyska sjófuglinum er nógv batnað seinastu tvey árini – eftir 15 sera vánalig ár. T.d komu væl fleiri ritupisur undan bæði í 2016 og 2017. Í nýggjari grein,…
Seinasta lundapisan klár at fara
Nú er seinasta pisan í Byrgisbakka í Skúgvi klár at fara; bara eitt sindur av dúni er eftir á høvdinum. Tað er lítil friður á henni. Hon snøggar fjaðrarnar og…
Arktiskur sjófuglafundur í Føroyum
Havstovan og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hava verið vertir fyri tí árliga arbeiðsfundinum hjá arktiska sjófuglabólkinum CBird (Circumpolar Seabird Group). CBird (Circumpolar Seabird Group) er ein serfrøðingabólkur undir CAFF (Conservation of…