
Arbeiðsfundur á Havstovuni um viðbrekin havøkir
Í byrjanini av mai hýsti Havstovan einum arbeiðsfundi um viðbrekin havøkir. Hetta var í sambandi við norðurlendsku verkætlanina NovasArc, har Føroyar, Ísland og Noreg samstarva. Seks granskarar luttóku á fundinum.
Viðbrekin havøkir – vulnerable marine ecosystems – eru økir, har korallir, ostar, sjótrø og sjófjarðar vaksa og kunnu fáa skaða av troling.
Í verkætlanini eru hesi økir kortløgd fyri alt økið í Norðuratlantshavi og samanborið við, hvar tað verður trolað.
Seinasta frágreiðingin um viðbrekin havøkir sæst her. Úrslitini frá verkætlanini kunnu brúkast í samband við MSC-góðkenningar. pdf

Økið sum verður granskað í NovasArc verkætlanini. Prikkarnir vísa, hvar prøvar, sum eru greinaðir í verkætlanini, eru tiknir.
Viðkomandi tíðindi

TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum
TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghvítuhval og kjafthvítan- og skjórutan springara í Norðuratlantshavi.

Arbeiðsfundur á Havstovuni um viðbrekin havøkir
Í byrjanini av mai hýsti Havstovan einum arbeiðsfundi um viðbrekin havøkir. Hetta var í sambandi við norðurlendsku verkætlanina NovasArc, har Føroyar, Ísland og Noreg samstarva. Seks granskarar luttóku á fundinum.

Fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi
Í oktober í fjør útlutaði danska stjórnin í samstarvi við Granskingarráðið 14 milliónir krónur til fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi. Havstovan hevur leiðsluna í tveimum av verkætlanunum, nevniliga FjordProcess

Fiskivinnugransking stuðlar verkætlanum á Havstovuni
Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu frá, hvat er komið burturúr. Fleiri verkætlanir á Havstovuni eru stuðlaðar av Fiskivinnugransking, og
