
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár.
Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir fiska á Norðhavinum og Vágahavinum. Tí fáa bátarnir nógvan tosk í løtuni.

Gýtingarøkini hjá toskinum á Landgrunninum eru gul á myndini; á Norðhavinum, vestan fyri Mykines og í Vágahavinum.
Grøna økið er vanliga útbreiðsluøkið hjá vaksna toskinum. Fyrstu árini veksur toskurin upp inni við land. Hetta uppvakstrarøkið er brandgult á myndini.
Hóast bátarnir fáa tosk beint nú, so er toskastovnurin á Landgrunninum lítil. Men tað ber kortini til at fáa nógva veiðu onkran ávísan dag í góðum veðri, eins og vit hava hoyrt nakrar ferðir í vár.
Samlaða veiðan frá várróðrinum vísir seg at samsvara við støddina á toskastovninum ymsu árini. Tað sæst á grafinum niðanfyri, at sveiggj upp og niður í stovnsstødd, síggjast aftur sum sveiggj í samlaðu veiðuni frá várróðrinum. Veiðan í ár er t.d. minni enn ein fjórðingur av tí, hon var í 2002. Tá var toskastovnurin eisini munandi størri.

Veiðan av toski fyri tíðarskeiðið 1. januar til 20. mars hvørt ár síðani 1997, og støddin á toskastovninum á Landgrunninum. Veiðan í 2025 er góð 2 túsund tons pr. 20. mars (Kelda: Vørn). Tað sæst, at veiðan sveiggjar í takt við støddini á toskastovninum.
Gýtingin varar vanliga einar tveir mánaðir. Tá so gýtingartíðin er liðug, spjaðist toskurin aftur og fer heimaftur hagar, hann er komin. Tá minkar fiskiskapurin vanliga. Men er toskastovnurin væl fyri, tvs. stórur og við góðari spjaðing í aldurssamanseting, ber framvegis til at halda fram við lønandi fiskiskapi.
Men toskastovnurin á Landgrunninum er ikki væl fyri í løtuni. Bæði veiða og stovnsstødd eru minkað niður í lítið og onki seinastu árini.
Ein ávís øking er kortini í veiðuni frá 2024 til 2025, og vónandi heldur hendan gongdin fram.
Veiða av toski á Landgunninum

Toskaveiðan undir Føroyum lá støðugt millum 20 túsund og 40 túsund tons í nærum eina øld (uttan undir seinna heimsbardaga). Toskaveiðan fór heilt niður um 6 túsund tons fyrst í nítiárunum, men góðir árgangir mentu stovnin skjótt aftur. Síðani 2004 hevur veiðan nærum hvørt ár verið undir 12 túsund tons, og nøkur ár heilt niðri á sama stigi, sum fyrst í nítiárunum. Hetta er nakað av tí minsta, sum hevur verið fiskað ta seinastu øldina.
Stovnsstødd og veiða av toski á Landgunninum

Stovnsstøddin hjá toski á Landgrunninum er minkað rættiliga nógv seinastu árini. Hon er nú minni enn tað, sum fyrr var vanligt at fiska upp á eitt ár.
Viðkomandi tíðindi

Landgrunnurin met heitur í 2025
27.01.2026
Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Merkt fisk á Landgrunninum
15.10.2025
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað
07.10.2025
Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør o…

Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
26.06.2025
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at tal…

Heitt vár á Landgrunninum
18.06.2025
Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av janu…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

