
Ph.D. verja: Plantuæti á Landgrunninum – innara økið og ytru økini
Hósdagin 24. August kl.13 fer Sólvá Káradóttir Eliasen at verja ph.d.-ritgerð sína á Vinnuháskúlanum. Ritgerðin er um gróður á føroyska Landgrunninum.
Sólvá hevur seinastu gott trý árini arbeitt á Havstovuni við eini verkætlan um gróðurin á Landgrunninum og lat í Apríl mánaði sína Ph.D. ritgerð inn. Hon hevur lisið M.Sc. í jarðalisfrøði á Københavns Universitet og B.Sc. í støddfrøði á University of London. Sólvá arbeiddi í nøkur ár á Havstovuni beint eftir aldarskiftið, men flutti til Miðeystur í 2006. Tá hon kom heimaftur í 2013, fór hon undir Ph.D. verkætlanina.
Landgrunnurin hevur stóran týdning í føroysku fiskivinnuni, og tí er ynskiligt at skilja samansettu vistskipanina á honum betur. Grundarlagið undir allari føðiketuni í sjónum er gróðurin, og í verkætlanini hevur verið hugt at hvussu havfrøðilig viðurskifti ávirka gróðurin. Mátingar, sum Havstovan hevur gjørt seinastu 20 árini, hava verið gjøgnumgingnar, umframt at eitt háupploysiligt modell av Landgrunninum, altjóða veðurlagsmodellir og mátingar frá fylgisveinum eisini hava verið gagnnýtt. Verkætlanin gevur eina betri heildarfatan av gróðrinum á Landgrunninum , t.d. hvussu gróðurin broytist gjøgnum árstíðirnar í ymsum økjum, og hvussu broytingar í havi og atmosferu ávirka gróðurin. Harafturat er nýggja vitanin eisini áhugaverd í samband við, hvar ymisk fiskasløg halda til.
Tað er danska stjórnin sum hevur veitt fígging til Ph.D verkætlanina og Karin Margretha Húsgarð Larsen, Bogi Hansen, Hjálmar Hátún (frá Havstovuni) og Till Andreas Soya Rasmussen (frá DMI) hava verið vegleiðarar. Í Ph.D. dómsnevndini sita Bárður A. Niclasen, Náttúruvísindadeildin, Corinna Schrum, Geofysisk Institutt á Bergen Universitet, og Rubao Ji, Woods Hole Oceanographic Institution, USA.
Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.
Viðkomandi tíðindi

Framtíðin hjá mati úr sjónum
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic

Næmingar vitja Havstovuna
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum við heitinum “Ferðast við

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og Eilif Gaard, lívfrøðingur og Dr. Philos, hildu á
