
Magnus gjørt sín seinasta túr fyri Havstovuna
Mikudagin 24. mars kom Magnus Heinason inn av sínum seinasta túri fyri Havstovuna. Í februar og mars samtrolaði hann við Jákup Sverra á yvirlitstrolingum á Landgrunninum, og síðan gjørdi hann yvirlitstrolingar á Føroyabanka. Nú er hann liðugur við sína seinastu uppgávu og liggur í Vestmanna, meðan bíðað verður eftir boðum frá myndugleikunum um, hvat víðari skal henda við honum.
Í hesi 40 árini, ið Magnus Heinason hevur verið rannsóknarskip, hevur hann savnað inn nógva vitan um tilfeingið og tað sum fyriferst undir vatnskorpuni í okkara havøki. Vitan, sum okkara samfelag og vinnan ikki høvdu kunnað verið fyriuttan. Skipið hevur verið við til at savna inn vitan um fiskastovnar, sum bæði hevur verið grundarlag undir umsiting av stovnunum, og sum hevur verið virðismikið í samráðingum um býtispartar av uppsjóvarfiski, sum vit eiga saman við øðrum. Eisini hevur skipið givið okkum vitan um sjógvin og vistskipanirnar, sum m.a. verður brúkt fyri at skilja tær náttúrugivnu broytingarnar í føðiviðurskiftum og fiskastovnum.
Tann stak dugnaliga manningin, sum øll árini hevur verið við Magnus Heinason, hevur støðast væl, og nú Jákup Sverri hevur tikið yvir, heldur manningin fram í teimum nýggju umstøðunum. Tó, sum náttúrligt er, so fara fólk frá fyri aldur, tá tann tíðin kemur, og nú Magnus Heinason gavst, eru nakrir samstundis givnir fyri aldur. Her er merkisvert, at Dánjal Jákup Lydersen, skipari á Magnusi Heinasyni, mynstraði við Magnus Heinason fyrsta túrinum í 1981 og hevur sostatt fylgt skipinum øll hesi 40 árini. Hann segði seg úr starvi seinasta vetur, men játtaði tó av vera skipari, nú Magnus Heinason skuldi samtrola við Jákup Sverra.
Havstovan vil hervið takka øllum, sum hava siglt við rannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni hesi 40 árini, og ynskir samstundis manningini á nýggja rannsóknarskipinum Jákup Sverra blíðan byr.
Viðkomandi tíðindi
Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic…
Næmingar vitja Havstovuna
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum við heitinum “Ferðast við…
Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og Eilif Gaard, lívfrøðingur og Dr. Philos, hildu á…
Hátíðardagur á Havstovuni
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, Marita Rasmussen, bar heilsan fram til…