
Mest møguligt yvirskot í fiskiveiðu
Hóast vit í Føroyum eru nær tengd at fiskivinnu, er tað eingin, sum burturav arbeiðir við fiskivinnubúskapar- frøði. Kanningarnar av búskaparligu viðurskiftunum í føroyskari fiskiveiðu verða nú gjørdar í eini Ph.D.-verk- ætlan. Henda verkætlan fer at kanna avtalurnar, føroyingar gera við onnur lond, umframt at hyggja nærri at fiskiskapinum undir Føroyum.
Hetta er úr Sjóvarmál 2010, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi

Uttanríkis- og fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
Hósdagin 30. apríl var Uttanríkis-og fiskimálaráðharrin, Bárður á Steig NIelsen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstýrismaðurin gjølliga kunning um virksemið hjá stovninum og havrannsóknarskipinum, Jákup Sverra.…

Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur
Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í síni bachelorritgerð. Á Havstovuni hevur í…

Vitan um Føroyabanka løgd fram
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har…

Framtíðin hjá mati úr sjónum
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá…
