Merktu springararnir farnir í ymsar ættir
Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum eftirfylgjandi fóru norður um oyggjarnar, eru farnir í ymsar ættir. Tann eini springarin fór skjótt vesturyvir, og hevur síðani ferðast suðuryvir, og er nú sunnan fyri Íslandsryggin.
Eini springarin, ið fór eysturyvir, er steðgaður á 40 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Tríggir springarar hava fylgst norður í Norskahavið, men nú er ein av teimum vendur við aftur móti Føroyum.
Hinir báðir springararnir eru í Norskahavinum, norðan fyri 64 stig. Annar av hesum springarunum hevur eitt av gomlu merkjunum, ið samband nú er við annan hvønn dag. Samband er við hinar springararnar hvønn dag.

Viðkomandi tíðindi
-

Springarar ferðast tvørtur um Atlantshavið
Við GPS-loggarum hava vit á fyrsta sinni fingið innlit í, hvussu ferðingarmynstrið hjá springarum, sum eru merktir á føroyska landgrunninum, er. Hesi úrslit eru víst í nýggjari grein, útgivin av…
-

Tað seinasta frá merktu grindahvalunum
Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í Sandavági, har ein hvalur varð merktur 26.…
-

Springari á Kappanum
Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í…
-

Nýtt frá merktu springarunum
Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir springarar í Norðragøtu 30. august. Havstovan takkar…