{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Kunnandi fundur fyri øll við áhuga í Norðurhøvum

á Havstovuni, mikudagin 18. november, kl. 08:30-11.30

Havstovan bjóðar aftur í ár til fund um útlitini í Norðurhøvum

Skrá

08:30 Koma og kaffi

09:00 – 11:00 Framløgur (kaffisteðgur uml. kl. 10)

  • Hvussu eru útlitini í Norðurhøvum?
    • Innlegg um hvat áhugapartar í Føroyum, Noregi og Íslandi meta um framtíðarútlitini í Norðurhøvum. Hetta tekur støði í útlitsmetingini, gjørd síðsta árið, í øllum trimum londunum.
  • Forsagnir av vist- og havfrøðiligum viðurskiftum í Norðurhøvum
    • Framløgur um arbeiðið at gera hav- og vistfrøðiligar forsagnir í Norðurhøvum. Umrødd dømir eru tilgongd til hesar fiskastovnar: lodnu, svartkjaft og botnfisk á Landgrunninum.

11:00 – 11.30 Áhugapartar fáa orðið

Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding.

Norðurhøv

Norðurhøv (en. Nordic Seas) er havøkið norðan fyri Grønland-Skotland Ryggin, eystur móti norska landgrunninum, vestur móti eysturgrønlendska landgrunninum, og norður til Framsundið og har Barentshavið byrjar.

IEA-NOR verkætlanin

Havstovan og Fróðskaparsetur Føroya eru við í IEA-NOR verkætlanini, ið hevur til endamáls at styrkja vitanina um Norskahavið, ið er ein partur av Norðurhøvum. Umframt føroyingar, eru eisini íslendskir og norskir granskingarstovnar við.

Á fundinum verður Grønland-Skotland Ryggurin og økið vestanfyri bretsku oyggjarnar eisini viðgjørd.

Boða frá luttøku