
MeCCAM – Measures for Climate Change Adaptation and Mitigation in European fisheries
Endamálið við MeCCAM verkætlanini er at útvega fiskivinnuni í Norðureysturatlantshavi nýskapandi, vísindaliga grundaðar loysnir til at laga seg til veðurlagsbroytingarnar og minka um ávirkanina, sum fiskivinnan hevur á umhvørvið. Loysnirnar verða settar í verk og vístar fram í seks granskingarøkjum (Case Studies), og hvørt granskingarøki rakar umráðandi fiskasløg og hevur eina samlaða tilgongd til at minka um veðurlagsávirkanina. Hetta fevnir um átøk at minka um brennievnisnýtsluna, betra um avreiðingargóðskuna, optimera framleiðslusamansetingina, nýta alt tilfeingið (síðustreymar) og kanna nýggjar marknaðarmøguleikar.
Verkætlanin hevur fingið játtað 33,5 milliónir krónur úr ES. Teir 16 samstarvspartarnir koma úr 9 londum í Evropa, og úr Føroyum luttaka Varðin Pelagic, Havstovan og Sjókovin.
Sjókovin stendur á odda fyri verkætlanini. Sí lýsing á teirra heimasíðu og heimasíðuna hjá verkætlanini MeCCAM.
Hesi eru MeCCAM granskingarøkini. Havstovan er við í granskingarøkinum Northeast Atlantic:


Jan Arge Jacobsen
Tilfeingi
Granskari, Fiskifrøðingur, Dr. Scient.
janarge@hav.fo / +298 21 80 93
Vangi í PURE / Greinar / CV