
PHYTO-TRAITS – Morphological and nutritional traits of phytoplankton in Faroe Islands, Greenland and North Atlantic Ocean
Endamálið við verkætlanini er at skilja, hvussu “funktionell eyðkenni” hjá plantuplanktoni broytast, og hvussu tey verða stýrd av havfrøðiligum viðurskiftum í Norðuratlantshavi. Funktionell eyðkenni eru mátiligir eginleikar hjá lívverum, sum ávirka teirra lívs-førleika við at ávirka eitt nú vøkstur, nøring og yvirlivilsi, og sum eisini avgera teirra leiklut vistfrøðiliga. Plantuplankton-samfeløg og havfrøðilig viðurskifti eru í broyting vegna veðurlagsbroytingar og súrgan av sjónum, men vit vita enn lítið um, hvussu hetta ávirkar føðsluvirðini hjá plantuplanktoni, sum eru avgerandi fyri føðiketuna í sjónum.
Við at sameina nýggjar tvørvísindaligar arbeiðshættir fer verkætlanin at lýsa, hvussu funktionell eyðkenni hjá plantuplanktoni broytast yvir tíð í føroyskum, grønlendskum og norðuratlantiskum vistskipanum kring Grønland-Skotlandryggin.
Verkætlanin fevnir eisini um eina Ph.D.-verkætlan og fer at styrkja gransking í funktionellum eyðkennum hjá plantuplanktoni í danska ríkinum og í Norðurlondum.
