{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Innvigingartøl víðarimenning

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni: ,

Henda verkætlanin hevur til endamáls at víðarimenna nýtsluna av innvigingardátum frá fiskivinnuni sum stuðul í stovnsmetingum hjá Havstovuni. Verkætlanin byggir á úrslit frá pilotverkætlanini í 2023-2024, sum vísti, at innvigingartøl frá landingum kunnu geva virðismikla stuðlandi vitan til verandi staksýni og styrkja dátugrundarlagið undir stovnsmetingum. Frágreiðing frá undanfarna arbeiðinum sæst her.

Í verkætlanini verður arbeitt við at menna vísindaligar mannagongdir til at gagnnýta innvigingardátur betri, millum annað við at kanna sambandið millum fiskavekt, longd og aldur, og hvussu hesar upplýsingar kunnu brúkast í stovnsmetingum. Samstundis verður arbeitt við at menna skipanir, sum gera tað lættari hjá vinnuni at lata dátur regluliga til Havstovuna.

Harumframt er ætlanin at víðka dátugrundarlagið við at fevna um fleiri fiskavirki og frystilínuskip við innvigingarskipanum, soleiðis at dekningurin verður betri, bæði landafrøðiliga og gjøgnum alt árið.

Samlað fer verkætlanin at styrkja grundarlagið undir føroyskum fiskivísindi og stuðla undir eina meira burðardygga vinnu við at gagnnýta dátur, sum vinnan longu savnar inn.

Við at gagnnýta hagtøl úr innvigingarskipanum kunnu vit savna og tryggja virðismikil hagtøl á ein burðardyggan hátt og samstundis styrkja stovnsmetingar.

Verkætlanin verður framd í samstarvi millum Havstovuna, Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF) og luttakandi fiskavirki.

Christina Joensen

Tilfeingi

Verkætlan

christinaj@hav.fo / +298 79 39 12

Eydna í Homrum

Tilfeingi

Deildarleiðari, Ph.D, Lívfrøðingur

eydnap@hav.fo / +298 79 39 26

Vangi í PURE / Greinar / CV

Lise Helen Ofstad

Tilfeingi

Granskari, Ph.D, Fiskifrøðingur

liseo@hav.fo / +298 79 39 19

Vangi í PURE / Greinar